Bólturin fer av baklinjuni og Eiler Rasmussen gevur tekin um, at tað er hornaspark til HB. Tíðin er langt síðani farin og tað eru teir fýra minuttir, ið dómarin legði afturat næstan eisini. Í eini seinasti roynd at fáa okkurt burtur úr gamla klassikarinum í Klaksvík rópar HB venjarin, Sigfríður Clementsen, á málverjan hjá sær og veipar við ørmunum. Tað er ikki til at taka feil av hvat boðskapurin er. Teitur Gestsson skal framvið í hornasparksstøðuni.
Innfyri royna fleiri at fáa fatur á bóltinum. Havnarmenn og klaksvíkingar stríðast fyri lívinum bæði í brotsteiginum og í landskappingini. Bólturin endar við at detta fyri føturnar á manninum í grønu málmanstroyggjuni, sum er komin heilt tætt undir málið. Hann ivast ikki og smekkar til sum var tað eitt útspark. Eitt brotpart av einum sekundi seinni brestur bólturin í netmeskarnar.
Eina løtu valdar tøgn. Norðoyingar standa sum kánus, meðan viðhaldsfólkini hjá havnarliðnum ikki trúgva sínum eygum. Eina løtu er óvist um málið er viðurkent, men við eitt byrjar maðurin í grønu málmanstroyggjuni hjá HB at tuska móti útskiftingsbonkinum við hondunum hægst. Jú, fólkini kring vøllin við Djúpumýru hava akkurát verið vitni til eitt serstakt mál í føroyskari fótbóltssøgu.
Hanus trívist væl í Klaksvík
Hanus Thorleifsson hevur skotið trý mál fyri HB síðani hann kom til felagið á summri 2009. Tvey av teimum hevur hann skotið í Klaksvík móti KÍ. Tað fyrra var eitt nógv umtalað mál í 2009, ið klaksvíkingar ikki mettu skuldi havt verið góðkent.
Í gjár var Hanus aftur í Klaksvík og aftur skoraði hann. Hesa ferð var einki gali við málinum, sum kom eftir uppspæl í vinstru síðu. Klokkan á KÍ høllini er illa nokk komin runt níggju ferðir og HB hevur verið leikliga omaná og er á odda. Í eitt korter er eingin ivi um hvør er uppflytari og hvør er verandi føroyameistari. HB er omaná, men KÍ prógvaði so seint sum mikukvøldið, at teir ikki leggja kongin fyri tað um teir koma aftur um.
Hjalgrím javnar
Fyrri hálvleikur er bara eitt korter gamal, tá javnvág kemur í. Álvur Christiansen verður feldur uttanfyri HB brotsteigin í høgru síðu. Landsliðsleikarin og liðskiparin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, tekur sær av deyðbóltinum. Fyrsta skotið fer beint í manngarðin hjá HB, men Hjalgrím gevst ikki so. Bólturin kemur út aftur til manninum við 10-talinum á rygginum og hesa ferð liggur betri fyri. Hann sendir bóltin við beinari kós móti stongini longst vekk frá honum. Teitur Gestsson í HB málinum kann einki annað gera enn at standa og hyggja, meðan bólturin umvegis stongina fer í mál.
KÍ omaná
Restina av fyrra hálvleiki spældi KÍ sum eitt lið í oddinum í føroyskum fótbólti. Maskinrúmið hjá klaksvíkingum, ið er mannað við Nenad Stankovic, Høgna Madsen og Hjalgrím Elttør, setti seg nú á dystin. Fleiri ferðir vísti Høgni Madsen sínar dygdir, tá hann sendi langar avleveringar út á vongin, har eitt nú Kristoffur Jakobsen fleiri ferðir tók ímóti. Tað var eisini nógv lív í KÍ liðskiparinum, ið royndi at bjóða av og annars stýra restina av KÍ liðnum. Tættastur við at leggja KÍ á odda var Sigmund G. Jacobsen, tá hann úr vinstru meddaði til bóltin. Einasta orsøkin til at bólturin ikki brast í málið var, at Teitur Gestsson fekk hondina á harða skotið. Í ein hálvan tíma var KÍ omaná og spælið hjá teimum var gott og skapandi. HB spælið hekk hinvegin illa saman og fleiri feðir stóð Sigfríður á síðulinjuni og ýldi á sínar leikarar um at spæla bóltin runt, ið staðin fyri at sparka langar bóltar í høvdið, ella væl omanfyri høvdið á Andrew av Fløtum og Jón Krosslá Poulsen.
Linur seinni hálvleikur
Var fyrri hálvleikur undirhaldandi og spennandi at hyggja at, so er ilt at siga tað sama um seinna. Bæði liðini høvdu hug at hála í hondbremsuna og tí var sjáldan vandi á ferð. HB hevði bóltin, men megnaði sjáldan at spæla seg fram til nakrar málmøguleikar. KÍ lá og bíðaði eftir HB og royndi at fanga teir í nøkrum skjótum mótálopum. Tættastur fyri klaksvíkingar mundi helst verða Hjalgrím, tá ein góður tími var leiktur, men royndin fór framvið málinum. Fyri HB var Jón Krosslá Poulsen, ið byrjaði inni í dag, tættastur við at skora, tá hann kom í góða støðu góðar tíggju minuttir fyri tíð. Tíverri fyri hann, so fór skotroyndin omanfyri.
Álvur avgerð dystin – halda teir
Tá klokkan á KÍ høllini vísur 88 minuttir sendir Høgni Madsen eina frálíka langa avlevering úr egnari hálvu oman í vinstra borð. Heilt úti við síðulinjuna tekur Kristoffur Jakobsen ímóti og setur kós móti HB málinum. Hann roynur seg við dribbling og skoti, men HB verjan stendur í vegin. Bólturin kemur útfrá til Hjalgrím Elttør, ið meddar til. Teitur Gestsson hálvbjargar og so er Álvur Christiansen fyrstu á og leggur KÍ á odda. Tey eru fá, ið ikki halda, at Álvur hevur avgjørt dystin.
Eina seinastu roynd
Teir seks minuttirnar, ið eftir eru av dystinum, tveir minuttir av vanligari leiktíð og fýra minuttir av eykatíð, roynur HB at leggja trýst á. Millum annað verður Fróði Benjaminsen kroyrdur úr verjuni og fram í álopið. HB liðskiparin ger eisini um seg beinanvegin og stutt inni í yvirtíðini er hann nær við at javna, men bólturin ferð eina Sim-korts long viðsíðuna av. Var nakar í iva áðrenn, so er ongin í iva nú. KÍ hevur vunnið dystin millum risarnir í føroyskum fótbólti og bjargingin er nærri, men bara til maðurin í grønu málmanstroyggjuni kemur fram við.