Teitur Joensen: Eg vóni eg fái skeivt

Fótbóltspanelið: Viðmerkjari væntar ein minni góða endurtøku av FM-finaluni

##med2##

Í dag var Fótbóltspanelið aftur á FM1. Sendingin hevur ikki verið á ská síðani steðgur kom í alt samfelagið. Nú byrjar fótbóltur aftur og tað merkir eisini skránna hjá FM1.

Ein av gestunum var Teitur Joensen, sum er viðmerkjari á FM1. Hann væntar fleiri javnar dystir, sum eru torføir at meta um. Millum teirra er endurtøkan av FM-finaluni millum KÍ og B36.

- Eg eri bangin fyri, at hetta kann blíva ein keðiligur 0-0 ella 1-1 dystur. Eg vóni at eg fái skeivt og tað endar við 4-3 og tað full ferð á, sigur Teitur Joensen.

Hann væntar at TB kemur at yvirtaka plássið hjá Skála, sum tað liðið, ið skal bjóða fimm teimum stóru av. Hinvegin væntar hann at AB og Skála kunnu fáa eitt langt kappingarár, umframt sundalagsmenn.

Betri deildin menn 1. umfar:

Leygardagin 6. mai:

NSÍ-TB (15.00)

HB-EB/Streymur (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (16.00)

KÍ-B36 (17.00) Beinleiðis á FM1

AB-Víkingur (19.00) Beinleiðis á FM1

Fótbóltspanelið: Teitur Joensen 7. mai 2020