Í dag klokkan 16 verður finalan um Løgmanssteypið á Tórsvølli millum Víking og HB. FM1 hevur beinleiðis frásøgn av Tórsvølli frá klokkan 15. Viðmerkjari verður Teitur Joensen, sum hevur fingið tríggjar spurningar frá In.fo til upptaktina.
Hvør er størsta styrkin hjá HB, og hvør er lyklaspælarin hjá HB?
- Høga trýstið er eftir mínum tykki størsta styrkin á liðnum hjá HB. Hetta er sjálvsagt eitt lið við nógvum sterkum síðum, men júst høga trýstið hevur órógvað mótstøðuliðini sera nógv, og tí meti eg hetta sum størstu styrkina hjá HB. Eg velji Mathias Nygaard sum lyklaspælara hjá HB, sigur Teitur Joensen.
##med2##
Hvør er størsta styrkin hjá Víkingi, og hvør er lyklaspælarin hjá Víkingi?
- Víkingur hevur havt eitt misjavnt kappingarár, men hart arbeiði og vilji meti eg sum størstu styrkirnar hjá Víkingi. Hetta hava verið styrkir, ið hava eyðkent liðið í fleiri ár, og júst í hálvfinaluni móti B36, sum møguliga er besti dystur hjá Víkingi í ár, komu hesar dygdir til sjóndar, og tað er júst tað sama, Víkingur skal finna fram, um teir skulu basa HB. Her velji eg Sølvi Vatnhamar sum lyklaspælara, sigur Teitur Joensen.
##med3##
Teitur Joensen tippar
HB hevur havt eitt sera gott kappingarár, meðan kappingarárið hjá Víkingi hevur verið meira misjavnt. Tí er HB stórur favorittur at vinna kappingina um Løgmanssteypið í ár. Hyggja vit harafturat eftir innanhýsis dystunum seinastu árini, so hevur HB vunnið 9 av teimum seinastu 10 dystunum millum liðini, og tað vísir, at HB hevur gott tak á Víkingi. Eg tippi 3-1 til HB, sigur Teitur Joensen.
Beinleiðis frásøgn
FM1 og In.fo hava beinleiðis frásøgn frá finaluni um Løgmanssteypið. FM1 Byrjar at senda klokkan 15. Á In.fo beinleiðis tekstfrásøgn í samstarvi við Dystir.fo. Seinni koma myndir, samanumtøkur og ljóðbrot á In.fo.