Teitur í nýggju skaldsøguni hjá Rushdie

Tað er ikki á hvørjum degi, at føroyingar eru við í skaldsøgum hjá heimskendum rithøvundum, men tá nýggjast bókin hjá kenda rithøvundan Salman Rushdie, The Golden House, varð útgivin í síðsta mánaði, hevur føroyski sangarin Teitur ein leiklut. Tað skrivar Listaportalurin.


Golden House er trettandi skaldsøgan hjá Salman Rushdie, ið er best kendur fyri skaldsøguna The Satanic Verse, ið endaði við, at ovasta leiðarin í Iran, Ayatollah Ruhollah Khomeini lýsti eina fatwa yvir rithøvundin í 1989.


Bókin fyrigongur átta ár eftir, at Barack Obama varð valdur til forseta, og ein nýggjur forseti er valdur, ið á nógvan hátt líkist Donald Trump. Søgan fylgir útlendska ríkmanninum Nero Golden og hansara trimum synum, ið flyta til New York.


Teitur verður nevndur, tá ein av frásøgufólkunum greiðir frá einari hending, tá hann møtti einum fyrrverandi hermanni, ið vildi sleppa inn á eina konsert hjá føroyska sangaranum, og verður millum annað sipað til Poerty og Airplanes fløguna og TED Talk fyrilesturin hjá føroyska sangaranum.