Teitur noktar seg sekan í neyðtøku

Føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, sum í dag er í rættinum í Odense ákærdur fyri neyðtøku, noktar seg sekan.

 

Donsku tíðidafólkini eru sera misnøgd við, at tað bara var pláss fyri tveimum teirra í rættarsalinum, men um middagsleitið danska tíð komu tey bæði tíðindafólkini frá B.T. og Fyens Stiftstidene, sum høvdu fingið tey bæði plássini, út, og greiddu hinum tíðindafólkunum frá, skrivar Ritzau.

Teitur Skoubo noktar seg sekan í at hava neyðtikið eina 25 ára gamla kvinnu eftir ein túr í býnum í Odense í fjør. Sambært ákæruritinum sló hann kvinnuna fýra til fimm ferðir, og noyddi seg síðan til samlegu við henni.

Tey hittust á náttklubbanum Butchers í Odense, har Teitur Skoubo var í býnum saman við nøkrum vinum frá »Paradis Hotel«, sum hann vann í 2019.

Hann, ein vinur og tvær kvinnu vóru samd um at fara heim til aðra kvinnuna á Vesterbro í Odense. Her skuldu tey øll hava sex.

Lesið eisini: Neyðtøkumál móti føroyingi: Tíðindafólk sleppa ikki inn

Neyðtøkan skuldi sambært ákæranum hava farið fram klokkan 2:10.

Umleið 20 minuttir seinni – klokkan 02.27 – fekk løgreglan eina fráboðan um neyðtøku og kom á staðið klokkan 02.59. Tá var Teitur Skoubo farin úr íbúðini.

Sambært Teiti Skoubo høvdu hann og tann 25 ára gamla avtalað at hava »hård sex«. Sum liður í hesum gav hann henni ein lúsing, meðan tey høvdu samlegu, hevur hann greitt frá.

Seinni fór hann úr íbúðini, tí tað varð rópt eftir honum, sigur hann sambært tíðindafólkunum í rættarsalinum við dómaran. Hann fór síðani aftur til Butchers, har hann ballaðist, til løgreglan kom og handtók hann.

Teitur Skoubo skilir ikki, hví kvinnan skuldsetir hann fyri neyðtøku.

– Eg skilji hana als ikki, og eg veit ikki, hvat hon vil hava burtur úr tí, hevur hann sambært BT sagt í rættinum.

Væntandi verðurn neyðtøkumálið avgjørt mikudagin.

/ritzau/