Eftir fyrra dystin í Malmö var nýggi HB-málverjin, Teitur Gestsson, kosin »Man of the Match«, tí hann vardi so væl fyri, at Malmö FF ta ferðina bara fekk tvey mál, hóast møguleikarnir vóru nógvir í tali. Í gjárkvøldið var Teitur eisini ferð eftir ferð á rætta staðnum og fekk hildið málið reint, líka til dysturin kom út í yvir tíðina.
Og tá so málið kom, var hann meira prísgivin enn nakað annað, tí málskjúttin hjá Malmö FF fekk ov gott pláss og ov góðar stundir.
– Ja, hatta var eitt keðiligt mál, sum teir fingu, tí vit vóru troyttir og lógu ikki nóg tætt í teimum, so hann slapp at skjóta. Annars føldi eg, at í byrjanini var nógv trýst á, men tá vit so skoraðu, blivu teir eitt sindur nervøsir, tók Teitur Gestsson samanum eftir dystin.
Hann viðgongur, at hann hevur fingið eina stak góða byrjan í málinum hjá HB, men heldur tað eisini hava nakað at gera við, hvør mótstøðan er: – Tú hevur sjálvandi nógv at gera, tá tað er eitt gott mótstøðulið, men eg havi so havt tveir góðar dystir ímóti Malmö FF. Eg royni bara at spæla mítt egna spæl og gera so fáar feilir sum gjørligt.