FMA:
FMA 2022 - Poppur og rokkur
Ársins útgáva er Cazador de Ostras - Teitur
Teitur Lassen hevur sjálvur skrivað, framleitt og útsett løgini á "Cazador de Ostras", sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina seint í 2019.
Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi, og mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri.
Plátan er serligt, tí hon blandar føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt, og tann sannroynd, at hann brúka tónleikarar úr Argentina gevur plátuni eitt heilt serligt flog.
Á "Cazador de Ostras" hoyrast forkunnig ljóðføri sum bandoneon, hørpu, sitar, charango, ymisk strúkara- og trummuljóðføri.
##med2##