Tekjan á Húsarhaldsskúlanum farin

Tað er sera nógvur vindur í Klaksvík

Húsarhaldsskúlin í Klaksvík hevur fingið ein ordans skaða í dag, tá ið tekjan fór av fyri løtu síðani. 

 

Standurin í Klaksvík er sum heild sera vánaligur og fyri løtu síðani boðaðu tey frá á bjargingarmiðstøðini í Klaksvík, at frægast var, um fólk hildu seg innandura, tí stórir lutir flúgva runt í býnum. 

 

Tekjan á húsarhaldsskúlanum hevur longu gjørt skaða á aðrar bygningar. 

 

In.fo fylgir málinum.