Tekningar og design í skósmiðjuni

Fríggjadagin 9.juli var móttøka og fernisering hjá Nordisk Håndskomageri & Design í Sjúrðargøtu 10 í Havn.

Nordisk Håndskomageri & Design læt fyrstu ferð upp í Sjúrðargøtu í 2007. Tað er Ivan Hansen, ortopediskur skómakari, sum eigur og rekur fyritøkuna. Fyrstu tíðina arbeiddi hann einsamallur, men nú hevur hann sett fólk í starv á skósmiðjuni og gjørt hølini í stand og prýtt tey við tekningum. Tað var í hesum sambandi at hann skipaði fyri móttøku og fernisering fríggjadagin.


Tað vóru Helene Stjernholm designari og Janus D.Guttesen teknari sum sýndu fram. Helene Stjernholm designar skógvar og sýndi fram sínar tekningar og nýggjar skógvar, sum hon hevur designað.


Janus D.Guttesen hevði fernisering av seks tekningum, ið síggja út sum sonevnd koparstikk í gomlum stíli. Tekningarnar vísa hvussu skógvar hava verið gjørdir og umvældir frá miðøld og til okkara dagar. Tekningarnar eru í A3 stødd hanga sum prýði á skómakaraverkstaðnum.