Tekniski skúli í Klaksvík byggjast út

Ein arbeiðsbólkur settur av Mentamálastýrinum hevur gjørt eina lýsing av tørvinum hjá Tekniska skúla fyri at kunna virka sum ein miðnámsskúli. Og nú hevur skúlin fingið eina játtan upp á, at arbeiðið kann byrja

Klaksvík:
Arbeiðsbólkurin, sum varð settur av Mentamálastýrinum, er komin til ta niðurstøðu, at skúlin í verandi líki als ikki nøktar tørvin hjá næmingum, lærarum ella starvsfólkum sum ein miðnámsskúli.
Skúlin hevur sostatt fingið eina játtan upp á eina millión í ár á fíggjarlógini og eina tilsøgn frá Mentamálastýrinum upp á tær 11 milliónirnar, sum arbeiðið er mett at kosta. Og ætlanin er, at hetta árið skal nýtast til verkætlanina.
Rúni Heinesen, skúlastjóri, væntar, at sjálvt arbeiðið fer at byrja síðst í hesum árinum ella fyrst í komandi. Hann dylir ikki fyri, at henda útbygging hevur verið hart tiltrongd í fleiri ár nú, og at hon kemur at hava stóran týdning fyri skúlan framyvir.
Arbeiðsbólkurin hevur gjørt eina frágreiðing um tørvin hjá skúlanum. Millum annað er tørvur á einum trimum vanligum skúlastovum, tveimum minni undirvísingarhølum og fýra serstovum til eitt nú Matvøru-Framleiðslu, Alisfrøði og so framvegis.
Eisini heldur arbeiðsbólkurin, at sosiali tørvurin haltar. Tey mæla tí til, at eitt felagshøli verður gjørt til næmingarnar, soleiðis at tey hava eitt stað at detta inn í, har tey skulu kunna sita og gera bólkaarbeiði, heimaarbeiði og annars hugna sær við einum kaffimunni. Hetta høli skal geva skúlanum eitt hugnaligt umhvørvi, har næmingarnir trívast, verður sagt í frágreiðingini.
Mangt annað kemur eisini fram í frágreiðingini, sum telur einar tólv síður. Tey hava til dømis útgreinað tímatal upp á, hvussu nógv tær ymisku serstovurnar koma at verða nýttar, eisini hava tey lýst eitt møguligt samstarv við HF-skeiðið í Klaksvík og kostnaðarmeting og íløgutørvur eru eisini lýst.
Niðurstøðan hjá bólkinum er greið. Tekniski skúlin má byggjast út, um hann skal kunna bjóða næmingum sínum eina miðnámsútbúgving á sama støði sum hinir miðnámsskúlarnir í landinum.
Miðnámsútbúgvingin HT tekur trý ár, og hevur næmingatalið verið vaksandi seinnu árini. Og frá skúlanum verður sagt, at um hugsað verður um undirsjóvartunnilin, sum kemur upp í Borðoyavík, so kann væntast, at næmingatalið fer at økjast munanditey komandi árini.
Útbyggingararbeiðið upp á Tekniska skúla verður mett at koma at kosta um 11 milliónir, og byggjaríið fer helst at strekkja seg yvir hetta árið og so tvey ár afturat. Mentamálastýrið fer nú at arbeiða við at gera eina verklagslóg, sum skal tryggja, at játtanin fylgir við arbeiðinum. Og tekniski skúlin hevur fingið at vita, at henda lógin skuldi farið at komið við í hesu tingsetuni.