Tekniskir trupulleikar við landsroyndini

Í dag eru allir 4. og 6. flokkar í landinum til landsroynd. Tá ið landsroyndin skuldi byrja klokkan 8:15 í morgun vóru trupulleikar og alt mátti útsetast í 15 minuttir

– Vit høvdu eitt sindur av byrjunartrupulleikum í morgun og máttu útsetta byrjanina eina lítla løtu, men nú koyrir alt sum tað skal, sigur Eyðun Gaard, stjóri á Nám. 

Tað er Próvstovan, ið er partur av Nám, sum stendur fyri landsroyndunum.

Landsroyndirnar hava ikki verið tvey tey síðstu árini, tí tað vóru so nógvir tekniskir trupulleikar við skipanini. Skúlaárið 2016/2017 var landsroyndin avlýst vegna tekniskar trupulleikar, og í fjør var frítøka givin fyri landsroyndini, hóast lógin sigur, at hon skal vera hvørt ár.

– Skipanin riggaði bæði klokkan 8:00 og kl. 8:10 í morgun. Men klokkan 8:15 var skipanin niðri. Hetta er nakað, sum vit ikki hava ávirkan á. Men eftir eini lítlari løtu koyrdi skipanin aftur, og so hevur riggað, sigur Eyðun Gaard.

Hann vísir á, at hetta er nakað, ið eingin kann verja seg fyri. 

– Onkuntíð riggar heldur ikki at gjalda við visakorti, tí at skipanin koyrir ikki. Men so riggar aftur eftir eina løtu. Hetta eru tílíkir trupulleikar, ið vit onga ávirkan hava á, sigur Eyðun.

– Vit kunnu ongantíð tryggja, at einki fer at enda galið. Skipanin eigur at rigga, men tað kunnu vera klumpar í. Men vit hava álit á, at tað virkar. Vit hava eisini tryggjað okkum við support bæði í Føroyum og í Danmark, meðan royndirnar eru, so at alt skal koyra sum tað skal, situr Eyðun.

Nú vera landsroyndirnar gjørdar í eini nýggjari próvtøkuskipan, sum eitur Wiseflow. Hetta er ein donsk skipan, sum eisini er roynd í Svøríki, Týsklandi og í Onglandi. Skipanin er longu brúkt til royndir í Føroyum, millum annað til royndirnar, ið vóru í mai í fjør í fólkaskúlunum. 


4. flokkarnir hava landsroynd í dag og í morgin. 6. flokkarnir hava landsroyndir fram til og við mikudagin.  

Landsroyndirnar vísa eina støðumynd, hvussu støði er hjá næmingunum.