Fyrr í ár lat Bára Silvansdóttir sítt fyrsta staklag úr hondum, og í farnu viku kom ein kykmynd til lagið. Bára Silvansdóttir er 19 ára gomul og er úr Kollafirði. Hon hevur sjálv gjørt orð og lag til sangin “Hugsar um meg.” Búgvi Hanusarson hevur framleittt sangin, meðan Benjamin Hansen hevur framleitt kykmyndalagið.
Bára Silvansdóttir sigur, at fólk hava tikið væl ímóti sanginum, og serliga er hon glað um, at fólk kenna seg aftur í tekstinum.
- “Hugsar um meg” er ikki beinleiðis persónligur. Tað er ikki ein sangur um mína egnu kærleikssorg á nakran hátt, men hatta er kanska veruleikin hjá nógvum øðrum, og onkur kennir seg kanska aftur í tekstinum.
Bára Silvansdóttir sigur, at hon skrivar stórt sæð um tað, hon sær. Sær hon eina gentu í SMS, kann hon royna at seta seg inn í, hvussu hon hevur tað, hvat hon man hugsa, hvørji støðu hon er í.
- Eg vil, at fólk skulu kenna seg aftur í tekstunum hjá mær, at tekstirnir skulu hava nakað at týða hjá fólki. Tí skrivi eg mest um lívið. Eg vil ikki vera hon sjálv sum syngur, men at fólk skulu verða nortin av mínum sangum. Tað er sera týdningarmikið fyri meg, at fólk kenna seg aftur í tekstunum, sigur Bára Silvansdóttir.
Bára Silvansdóttir fortelur, at ein dagin, hon stóð á einum almennum vesi og sminkaði sær, hoyrdi hon tveir smágentur aftanfyri seg.
- Eg hoyrdi tær teskaðu saman og skilti, at tað var um meg. Tá eg vendi mær við, gjørdust tær ordiliga flovar. Onnur skundaði sær at siga, at hon hevði sangin hjá mær á ipadinum, meðan hin hevði hann á telefonini, og so runnu tær avstað. Tað var spell, eg kundi hugsað mær at tosa við tær, og kanska tikið eina mynd saman við teimum.
- Eg ivist í, at tær báðar kenna seg aftur í tekstinum ella nakað tílíkt, men tað var stuttligt at uppliva, at fremmand fólk eru so glað fyri tað, eg havi gjørt, sigur Bára Silvansdóttr.
Bára sigur, at íblásturin kemur ofta nokk so brádliga, gjarna meðan hon er upptikin av onkrum øðrum.
- Tónleikur er altíð í høvdinum, men tá íblásturin kemur, má eg leggja alt annað til viks, og fáa fest tað, eg hugsi, niður á blað, áðrenn eg missi tað aftur. Hjá mær riggar illa at seta meg niður og avgera, at nú skal eg skriva. Tá kann eg stríðast leingi við at finna nakað, uttan at eg gerist nøgd við tað, eg skrivi. Tónleikurin kemur til mín, eg klári ikki at tvinga hann fram, sigur hon.
Bára Silvansdóttir sigur, at hon hevur sungið so gott sum alt lívið. Familjan er ikki serliga tónleikalig, sigur hon, og hon heldur, at áhugin fyri tónleiki allarhelst var kveiktur í skúlanum.
- Eg havi altíð sagt, at eg skuldi gerast sangari, líka frá eg var lítil. Vit høvdu ongan fløguspælara í bilinum, so vit sungu altíð sjálvi. Tað var allarhelst í skúlanum í Kollafirði, at tónleikaligi neistin bleiv kveiktur í okkum báðum, beigga mínum og mær. Vt høvdu tónleik, sang, sangløtur og kór, og tað var allarhelst har, vit lærdu at syngja og elska tónleik.
- Eg havi framført til ymisk høvi síðani eg var 13 ára gomul, og tey seinastu tvey árini eri eg so farin undir at skriva sangir sjálv. Hetta var altíð tað, eg vildi, at framføra, men tað handlar nógv um at tora. Eg var so bangin, tá sangurin varð spældur í útvarpinum fyrstu ferð. Hvat um fólki ikki dámar sangin, hvat halda tey so um meg, hugsaði eg, greiðir Bára Silvansdóttir frá.
Bára Silvansdóttir sigur, at hon hevur leitað sær nógvan stuðul frá tvíburabeiggja sínum, Búgva, og frá mammu síni.
- Búgvi og eg hava altíð sungið nógv saman, og eg vóni, at vit onkuntíð kunnu útgeva okkurt saman, sigur Bára. Hon sigur, at Búgvi er sera raskur at siga sína meining um tað, hon ger, og tað eggjar hana at betra um sangirnar hjá sær. Mamma mín er eisini ein góður stuðul. Eg lati hana lesa allar tekstirnar, eg skrivi. Hon yrkir nógv sjálv, so hon megnar at veita mær góða hjálp. Tað er allarhelst frá henni, at eg havi fingið gávuna at yrkja.
Bára Silvansdóttir sigur, at hon hevur fleiri sangir klárar. Hon tosar við fólk um at geva meiri út og væntar, at okkurt verður klárt innan langa tíð.
- Hevur ein fyrst sagt A, so má ein eisini siga B, so tað koma nøkur stakløg afturat, inntil ein full útgáva er klár, sigur Bára Silvansdóttir.