Tekur fleiri mánaðir at gera nýggja Smyril lidnan

Gongst illa, verður nýggi Smyril ikki liðugur fyrrenn seint í vár ella í summar

Nýggi Smyril

? Tað verður ikki enn á sinni, at nýggi Smyril verður liðugur.
Tað staðfestir tekniski leiðarin á Strandferðsluni, Magnus Magnussen, sum hevur eftirlit við arbeiðnum at gera nýggja Smyril.
Orsøkin er, at tað er ruðuleiki á Skipasmiðjunum hjá IZAR, sum byggir nýggja Smyril. Tað merkir, at arbeiðið verður lagt lamið í heilum.
Áðrenn hesin ruðulleikin tók seg upp, var nýggi Smyril longu seinkaður.Men arbeiðssteðgirnir, sum nú eru, gera bara ilt verri.
Og Magnus Magnussen sigur, at sum støðan er nú, er vónleyst at siga, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Men hann sigur, at frá tí at arbeiðið verður tikið uppaftur av álvara, fer tað at taka einar fýra fimm mánaðir at gera hann lidnan.

Afturvendandi arbeiðssteðgir
Sostatt er ikki væntandi, at tað verður fyrrenn nakað væl er farið av næsta árið, at flaggskipið hjá Strandferðsluni verður at síggja ímillum oyggjarnar.
Magnus Magnussen sigur, at arbeiðið uppá nýggja Smyril hevur verið merkt av verkføllum og arbeiðssteðgum nú í langa tíð.
Tað er spanska skipasmiðjusamtakið, IZAR, sum byggir nýggja Smyril.
Í summar varð samtakið dømt at betala spanska landskassanum eina ovurhonds stóra upphædd aftur, sum tað skuldi havt fingið ólógliga í almennum stuðuli.
Fyrr var talan um eitt hernaðarligt samtak og eitt vanligt samtak, men fyri nøkrum árum síðani varð alt sligið saman til IZAR samtakið.
Samstundis varð varð hernaðarligt og vanligt virksemið blandað saman. Spanska stjórnin betalir sjálvsagt fyri hernaðarliga partin, men gjøgnumskygnið hevur verið ov lítið og ES er komið til ta niðurstøðu, at peningur frá sponsku stjørnini, sum skuldi brúkast til hernaðarliga partin, ístaðin er brúktur sum stuðul til tann vanliga partin av virkseminum og tað er ólógligt og tí varð IZAR dømt at betala stóra bót.
Alt hetta hevur ført til stórar rembingar á skipasmiðjunum.
IZAR hevur arbeitt við at loysa trupulleikum og tað hevur ligið í luftini, at onkrar skipasmiðjur skulu lata aftur, aðrar skulu einskiljast og í øðrum førum skal virksemið á ymsum pørtum í samtakinum skiljast sundur, so at tað hernaðarliga er fyri seg og tað vanliga fyri seg, fyri at fáa meiri gjøgnumskygni í.
Hetta hevur fingið arbeiðsfólkið at kenna seg ótrygt og tí hava tey sett tiltøk í verk ímóti skipasmiðjuni.
Hetta hevur ført við sær, at nú í langa tíð, hevur arbeiðið ligið stilt í heilum og tað hevur eisini rakt arbeiðið uppá nýggja Smyril.
Talan er fyri tað mesta um punktverkføll, har tað bara verður arbeitt nakrar fáar tímar. Onkuntíð verður aftur arbeitt heilar dagar, men so liggur alt aftur stilt í nakrar dagar.
Mikudagin arbeiddu teir allan dagin, men tað er einastu ferð í longri tíð, at arbeitt hevur verið ein heilan dag.
? Sostatt henda lítil og ongi framstig í byggingini. Teir dagarnar, har teir arbeiða allan dagin, kemur nakað burturúr, men táið teir bara arbeiða nakrar tímar, kemur onki burturúr, sigur Magnus Magnussen.
Hann leggur afturat, at fyrrenn viðurskiftini í IZAReru fingin í rættlag, er heilt vónleyst at siga, nær nýggi Smyril verður liðugur.
Men hann metir, at frá tí at arbeiðið verður tikið uppaftur av álvara, fer tað at taka eina fýra fimm mánaðir at gera skipið liðugt.
Men nær arbeiðið verður tikið uppaftur, er vónleyst at siga í løtuni.
? Sostatt er støðan onki serlig í løtuni og gongurheilt illa, verður nýggi Smyril ikki liðugur fyrrenn seint í vár, ella í summar.

Kunnu onki gera
Magnus Magnussen sigur, at Strandferðslan hevur sáttmála við IZAR og sotatt er tað onki, sum kann gerast við støðuna.
IZAR hevur váttað fyri Strandferðsluni, at sáttmálin verður hildin.
Men í sáttmálanum er eisini gjørt rúm fyri seinkingum og Strandferðslan kann ikki vera leys av sáttmálanum fyrrenn seint í summar.
? Tá kunnu vit siga okkum leys av sáttmálanum og siga, at vit vilja ikki hava skipið. Men tað er neyvan gongda leiðin.
So leingi sáttmálin gongur, ber heldur ikki til hjá Strandferðsluni at áleggja IZAR at sleipa Smyril onkra aðrastaðni at verða gjørdur liðugur.
? Tað eru vit ikki harrar yvir. So leingi sáttmálin gongur, er tað IZAR, sum hevur myndugleikan yvir byggingini. Okkara einasta uppgáva er at tryggja, at dygdin í tí, sum gjørt verður, er ílagi.
Kortini stendur eisini í sáttmálanum, at IZAR kemur undir dagbøtur frá 1. desember. Bøturnar eru slakar 100.000 krónur um dagin í fyrstuni, men so hækka tær.
? Skipanin við dagbótum gongur yvir átta mánaðir. Er skipið ikki liðugt tá, er talan um sáttmálabrot og so er ein nýggj støða, sum støða má takast til tá, sigur Magnus Magnussen.