Tekur góða viku at fáa pedagogar til arbeiðis

Tingfundur verður í morgin klokkan 10, har uppskot verður lagt fram um at fáa ávísar pedagogar aftur til arbeiðis. Men tað tekur í minsta lagi átta dagar at viðgera málið.

Hóast Helgi Abrahamsen leggur uppskot fyri tingið í morgin um at fáa pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis alt fyri eitt – so verður tað neyvan samtykt fyrr enn hósdagin í næstu viku, um andstøðan ger sær dælt av møguleikanum ikki at víkja frá tíðarfreistini

Andstøðan hevur buktina og báðar endarnar í málinum um at kroysta pedagogar í Almannaverkinum til arbeiðis.

 

Orsøkin er, at samgongan ikki hevur nóg stóran meiriluta til at trýsta eitt uppskot ígjøgnum Løgtingið. Tí Løgtingið hevur reglur fyri, hvussu mál verða viðgjørd.

 

Fyri tað fyrsta, so skal eitt uppskot leggjast fyri tingið. Síðani boðar løgtingsformaðurin frá, at hetta ávísa tingmálið er lagt fram.

 

So skulu tveir yrkadagar ganga, til málið kemur til 1. viðgerð. So skal málið í nevnd, sum hevur upp til ein mánað at viðgera málið. Tá álitið er lagt fram, skulu í minsta lagi tríggir yrkadagar ganga, til málið kemur til 2. viðgerð. Síðani skulu tveir yrkadagar aftur ganga, til málið kann fara til 3. viðgerð, um tað annars varð samtykt við aðru viðgerð.

 

Men Løgtingið kann víkja frá tíðarfreistini. Tað krevur, at tríggir fimtapartar av løgtingslimum atkvøða fyri. Tað vil siga 20 atkvøður skulu vera fyri.

 

Men samgongan hevur bara 17 atkvøður. Fólkaflokkurin 8, Sambandsflokkurin 7 og Miðflokkurin 2. Vanliga hevur samgongan eisini Sjálvstýrisflokkin í sínum parti. Harvið fær samgongan savnað 18 atkvøður.

 

Andstøðan hevur hinar 15 atkvøðurnar. Sum Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn siga við in.fo, so kemur tað ikki upp á tal at víkja frá tíðarfreistunum nú.

 

Tað merkir, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur forroknað seg, um hann metti seg kunna fáa ávísar pedagogar í Almannaverkinum til arbeiðis aftur alt fyri eitt upp á hendan mátan.

 

Tá málið kemur í tingið verður tað beint í rættarnevndina. Har hevur samgongan meirilutan. Hevði tað hinvegin verið beint í vinnunevndina, so kundi andstøðan hildið málið í nevndini í ein heilan mánað. Men nú samgongan hevur meirilutan í rættarnevndini, so kann samgongan bera so í bandi, at viðgerðin bara verður ein hálvan tíma, um ynski er um tað.

 

Soleiðis hevur andstøðan buktina og báðar endarnar í málinum, sum hon kann draga út til hósdagin í næstu viku.

 

Nú er greitt, at løgmaður fer at heita á tingformannin um at kalla tingið saman í morgin klokkan 10. 1. viðgerð verður tí fríggjadagin. 2. viðgerð kann í fyrsta lagi vera týsdagin. So skulu aftur ganga tveir dagar til 3. viðgerð. So uppskotið um at fáa pedagogar í Almannaverkinum til arbeiðis kann soleiðis í fyrsta lagi verða samtykt hósdagin í næstu, um andstøðan ger sær dælt av møguleikanum.

 

Og tað er púra ókeypis politiskt hjá andstøðuni, sum bara kann siga sum Pedagogfelagið og føroyska fakfelagsrørslan annars:

 

– Farið til samráðingarborðið og finnið eina loysn!

 

Hóast Helgi Abrahamsen leggur uppskot fyri tingið í morgin um at fáa pedagogar í Almannaverkinum aftur til arbeiðis alt fyri eitt – so verður tað neyvan samtykt fyrr enn hósdagin í næstu viku, um andstøðan ger sær dælt av møguleikanum ikki at víkja frá tíðarfreistini