DVD frá Microsoft
DVD, teir sera stóru CD?irnar við upp til 18 GB plássi, eru um at taka fyrstu fetini inn á marknaðin.
Á hardware síðuni eru tær fyrst teldurnar við DVD sum standard komnar, og nú kemur Microsoft við einum av fyrstu software?unum á DVD.
Tað eru vælkendu Encarta leksikonið og bókasamlingin Bookshelf, sum nú koma á DVD.
Meginparturin av innihaldinum er óbroytt. Nógva eyka plássi verður nýtt til at økja innihaldi av video, og tað slagið av upplivilsismyndum, har allur sjónarringurin sæst.
Fyribils fara heitini bert at nýta minstu støddina av DVD, so at tað bert vera 4,7 GB data á.
Nýggju útgávurnar skuldu verið lidnar tíðliga í vár.
50 milliónir
Fyrrverandi stjórin á Apple, Gil Amelia, fekk nærum 50 milliónir í fráfaringargávu frá Apple, upplýsti fyritøkan herfyri.
Áhugavert, eftirsum tað ikki gekst Apple so væl, meðan hann var stjóri.
Tað høvdu óivað verið nógv okkara millum, ið vildu koyrt fyritøkuna av kós fyri minni enn so.
Bíligar P II
Í løtuni verða tær skjótastu 300 MHz Pentium II útgávur í USA seldar fyri umleið 15.000 krónur. Hetta skuldi merkt, at tað innan stutta tíð skuldi verið møguligt at fingið tær um okkara leiðis fyri ein sámuligan penga eisini.
3D frá Intel
Intel keypti eina fyritøku, ið gjørdi grafikk chips í summar, og nú sæst fyrsta úrslitið av handlinum.
Tað er fyrsta 3D-grafikk chippið hjá Intel. Tað hevur fingið heitið 740, og roknað verður við, at tað fer at finnast millum kraftigastu 3D chippini á marknaðinum. Chippið skal seljast á vanligum grafikk kortum til brúkarar í kapping við aðrar framleiðarar á marknaðinum.
Chippið skuldi verið klárt at sent í handlarnar umleið mars. So kanska fer prísurin á hesum 3D chippum at falla til ta tíð.