Telduvirus oyðilegði part av framsýningini

Listamaðurin Anker Eli Petersen varð raktur av herviligu »I love you« virusinum, og hann misti ein part av konseptinum, sum hann í hesum døgum sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík

Fyri nøkrum vikum síðani gjørdi eitt herviligt fríggjarabræv um seg á internetinum. Teldurbrævið, sum hevði heitið »I love you« sendi eitt telduvirus kring allan heim, og nógva staðni gjørdi virusið skaða.

Ein av teimum, sum varð raktur av hesum virusið, var føroyski listamaðurin Anker Eli Petersen, sum er búsitandi í Danmark.

? Eg fekk virusið sendandi frá einum stovni, sum eg havi gjørt ymiskt fyri, og eg helt tí, at teldubrævið snúði seg um hetta. Ikki fyrr enn tað var ov seint fann eg út av, at talan var um eitt virus, sigur Anker Eli Petersen.

Anker Eli Petersen brúkar eisini teldu í sínum arbeiði, og á telduni fór ymiskt fyri skjeyti.

? Eg hevði tíbetur back-up av tí mesta, men ikki av øllum, sigur hann.


Misti bókling

Millum tað, sum fór fyri skjeyti, var ein bóklingur, sum Anker Eli Petersen hevði gjørt til prýðislutirnar, sum hann í hesum døgum sínir fram í Smiðjuni í Lítluvík.

? Bóklingurin var ein partur av konseptinum, tí í honum stóð ein frágreiðing um, hvat tað ymiska í prýðislutunum merkir, greiðir listamaðurin frá.

Ætlanin var, at hesin bóklingur skuldi fylgja við prýðislutunum, tá fólk keyptu teir, men hesum forðaði virusið fyri. Stundir vóru ikki at gera ein nýggjan bókling áðrenn framsýngin skuldi vera.

Anker Eli Petersen hevur framsýning saman við Helga Joensen. Anker Eli sýnir fram teknigar og prýðislutir, sum 3?arin í SMS hevur evnað til úr silvuri. Helgi Joensen sýnir fram lutir, sum hann hevur gjørt úr tini. Talan er um standmyndir og vasara, umframt eitt relief.

Framsýningin er opin frá klokkan 11.00 til 20.00. Sunnudagin,tá framsýningin endar, er opið frá kl. 14.00 til 20.00ysa truplar spurningar og vandamál, men vánaligt kjak ? klandur ? loysir ikki úr góðum.

Á síðu 4 í bóklinginum eru nevndar 5 ásanningar, sum fekk verandi samgongu »at seta kós móti føroyskum fullveldi«. Ein av hesum ásanningum er, at vantandi vit um og ávirkan á tað, sum hendir í okkara egna landi ? serliga í okkara fíggjarheim ?, var orsøkin til, at samfelagið fór so rúkandi á heysin, og at »kreppan fyrst í nítiárunum gjørdist so hørð«.

Álvaratos, er hetta ikki at undirmeta ta vitan og tey ráð og tær ávaringar, sum okkara politikarar í eini 35 ár hava fingið frá Búskaparráðnum og Det økonomiske råd? Og ársfrágreiðingarnar frá landsstýrinum/ ríkisumboðnum í eins nógv ár: Er eingin dygd í teimum?

Nei, tað sanna man vera, at tær mongu løgtingslógirnar ? kanska einar 80 í tali ? við ongum kunngerðum ella reglugerðum um landskassaveðhald, landskassaútlán og landskassastudning til skip og virki máaðu burtur støðið undir tí føroyska búskapinum. Tær drenaðu landskassan og kostaðu skattaborgarunum milliardaupphædd. Hesar løgtingslógir vórðu jú eisini settar úr gildi, meðan kreppan leikaði á av tí harðasta. Hetta og onnur eyðmýkjandi tiltøk er ætlandi triðja orsøkin til, at samgongan setti »kós móti føroyskum fullveldi«: »Vit ásannaðu, at føroyskir myndugleikar vórðu tiknir av ræði hesi árini«.

Ella vóru kanska aðrar orsøkir til, at kreppan »gjørdist so hørð«? Blokkurin?! Men hann kom ikki fyrr enn í 1988 við avtalu 9. mars 1987 millum landsstýrið og stjórnina. Undir punkt 4 í avtaluni er tilskilað, at »Færøernes hjemmestyre kan inden for rammerne af gældende lovgivning frit disponere over bloktilskuddene«.

Tað hevði verið áhugavert at fingið at vita, hvat ið teir báðir løgmaður og statsministarin løgdu í orðingina »inden for rammerne af gældende lovgivning«. Hugsaðu teir um lógirnar við relatión til tey fimm ministeriini, nevnd undir sama petti í avtaluni, ella hugsaðu teir bara um lóglýdni í vanligum týdningi?

Teir eru báðir enn í góðum árum.


Heri Mohr   



Fíggjarlógaruppskot fyri árið 1947.

Samandrigið.


1. DEILD


Inntøkur:

1. §. Skattur, tollur og onnur almenn gjøld6.400.000

2. §. Vinningur av rakstri ríkisstovnanna500.000

3. §. Inntøka av virðisbrøvum o.ø.50.000

????????

6.950.00

????????


II DEILD


Útreiðslur:

4. §. Hægsta stjórn landsins48.000

5. §. Løgtingið122.000

6. §. Stjórnmálarráðið402.000

7. §. Løgreglumál376.000

8. §. Dómsmál118.000

9. §. Lækna- og heilsumál1.203.000

10. §. Samgongumál1.382.000

11. §. Skúla- og mentamál1.353.000

12. §. Kirkjumál200.000

13. §. Vinnumál354.000

14. §. Sosial mál1.079.000

15. §. Ymiskar eftirlønir og studningar35.000

16. §. Til at taka278.000

?????????

6.950.000

?????????