Tá Kristian Reinert Davidsen, sum hevði stjórnað Føroya Tele í níggju ár, í fjør varð “head-huntaður” av Tele-Post í Grønlandi, mundi liggja í kortunum, at stóra fyritøkan hevði brúk fyri umleggingum og broytingum.
Tað vísir seg eisini, tí nú boðar Tele-Post í tíðindaskrivi frá, at 11 fólk í umsitingini hava fingið ætlanarskriv, tí tey skulu sigast úr starvi, og 50 onnur starvsfólk verða flutt til aðrar deildir í fyritøkuni ella verða á annan hátt ávirkað av broytingum.
– Øll telefeløg í heiminum skerja umsitingarútreiðslurnar, so hetta er ein púra náttúrlig gongd. Tað mugu vit eisini gera, sigur Kristian Reinert Davidsen við grønlendska útvarpið, KNR.
Hann vísir tó á, at talan ikki bara verður um at broyta fyritøkuna, men at neyðugt verður eisini at endurskoða prísirnar á serliga tele-økinum.
– Tað kostar alt ov nógv at brúka fartelefon og internet í Grønlandi, og tað skulu vit gera nakað við, samstundis sum vit eisini skulu hava pláss fyri at gera íløgur, sigur Kristian Reinert Davidsen, stjóri í Tele-Post.