Telefonprísir í botni

Íslendska Ringo Spar eru nú á føroyska marknaðinum við metlágum telefontakstum tá talan er um samrøður til útlandið.

Fyri at nýta skipanina krevst bara, at serligt talutíðarkot verður keypt. Á talutíðarkortinum, sum er áljóðandi 100 ella 200 krónur, er eisini loynital, og hetta skal nýtast, tá ringt verður uttanlands.

Ringjast skal umvegis telefon-støðina hjá Ringo Spar, og síðani verður loynitalið tøppað inn. Eftir at hava ringt til útlendska nummarið verður upplýst, hvussu nógv talutíð nú er eftir á kortinum.

Og so kann leggjast afturat, at prísirnir á útlendsku samrøðnum eru sera lágir. Av faldaranum, sum felagið hevur gjørt, framganga prísirnir til hópin av londum, og úr rúgvuni kunnu nevnast, at 100 krónur í talutíð røkka til 270 minuttir talutíð til Danmark ella Týskland. 130 minuttir til Íslands ella hvat við 40 minuttum til Bahama?

Talan er í øllum førum um sera lágar prísir. Hartil hava kortini tann fyrimun, at eitt kort, sum er keypt í Føroyum, eisini kann brúkast í Íslandi og Danmark.

Íslendska IpNet, sum stendur fyri Ringo Spar kortunum, hevur gjørt avtalu við Kall um sølu av talutíðarkortunum. Kortini verða sostatt til sølu á øllum støðum, sum framman undan eisini selja Kall-talutíðarkort.

-mørk