Teletænastan kappast nú við Føroya Tele

Teletænastan á Eiði kann nú bjóða út fjarskiftistænastur í kapping við Føroya Tele. Hetta fer at merkja fjølbroyttari tænastuútboð og framhaldandi príslækkingar

John Johannessen


Teletænastan á Eiði hevur júst gjørt avtalu við Føroya Tele um at nýta kervið hjá Føroya Tele til at veita fjarskiftistænastur í Føroyum.

Fyri vanliga brúkaran fer hetta at merkja fleiri valmøguleikar, fjølbroyttari tænastuútboð og helst eisini framhaldandi príslækkingar.

Hesum boðaðu Teletænastan og Føroya Tele frá í tíðindaskrivi í gjár.

Avtalan millum Teletænastuna og Føroya Tele er tann fyrsta av slag, ið gjørd er í Føroyum. Hon er úrslit av samráðingum gjøgnum eitt heilt ár. Seinasta árið hevur Fjarskiftiseftirlitið, sum myndugleiki, Teletænastan og aðrar fyritøkur, sum ynskja at royna seg á fjarskiftismarknaðinum, arbeitt við at fáa í lag samtrafikavtalur, og nú er hetta arbeiðið við at koma undir land.

Bæði Teletænastan og Føroya Tele fegnast um, at nú er komið til eitt úrslit. Eitt úrslit, sum báðir partar eru væl nøgdir við.

Teletænastan á Eiði fór longu í 1996 at bjóða út uttanlandstelefoni, og var fyritøkan eisini tann fyrsta í Føroyum, sum umframt Føroya Tele, fekk loyvi at bjóða út fjarskiftistænastur eftir at nýggja fjarskiftislógin kom í gildi.