Telja bilar í Havn við myndatóli

Tóshavnar kommuna fer at telja bilar í rundkoyringini á Hálsi

 

Tórshavnar kommuna fer í tíðarskeiðnum 5. desember 2022 til 5. januar 2023 at gera ferðsluteljingar við rundkoyringina á Hálsi. Teljingarnar fevna um vegamótini Eystari- og Vestari Ringvegur og R.C. Effersøes gøta.

Ferðsluteljingin fer fram við rørslusensitivum upptøkutólum.

– Talan er tó ikki um myndatøku, men um hagtalsteljing. Øll upptøka verður strikað aftan á 0,2-0,4 sek, tá ið upptøkurnar eru vorðnar til dulnevnd hagtøl, skrivar Tórshavnar kommuna. 

Upptøkurnar verða bara gjørdar í sambandi við rørslu, og Dátueftirlitið er kunnað um mannagongdina.