Hanus Eliasen var uttan iva ein av teimum spælarunum, sum fleiri av bestu Formula-liðunum løgdu seg eftir, tá kappingarárið í fjør nærkaðist endanum.
Hóast slaturin gekk um eitt nú HB og B36, so gjørdist tað EB/Streymur, sum fekk undirskriftina á pappírið, og Hanus tykist eisini avgjørdur, tá vit spyrja hann, hví so var.
- Eg haldi, at felagið hevur ein sera spennandi hóp, sum í fjør sýndi, at talan helst er um besta fótbóltsliðið í landinum. Hartil hóskaði samansetingin av hópinum eisini væl til mín, Her eru fleiri, sum eru á leið javngamlir við meg, og tí metti eg, at eg hevði lætt við at fella til her.
Og Hanus tykist eisini meina tað í álvara, tá hann sigur, at hópurin helst er tann besti í landinum.
- Málið í ár er heilt greitt at vinna. Í fjør var liðið bara eitt pláss frá toppinum, og so kunnu Símun og eg vónandi hjálpa teimum tað seinasta pettið upp. Veikleikin í fjør var helst, at liðið var dekan ov sárbart mótvegis skaðum og leikbannum, og her hava vit so vónandi styrkt eitt petti afturat.
Ættarbondini styrkja samanhaldið
At brøðrapør spæla á einum føroyskum fótbóltsliði, er einki forgjørt. Tað hevur Hanus eisini roynt í ÍF, har hann hevur liðfelagi við Símun, eins og fleiri Petersen-beiggjar hava verið á liðnum.
EB/Streymur hevur tó trý pør av slagnum, og tað er nú ikki heilt vanligt. Sonevnda iedal-uppstillingin kann væl vísa seg at rúma tveimum Samuelsen, tveimum Hansen og tveimum Eliasen. Júst hvør ávirkanin av hesum er, dugir Hanus ikki reiðliga at siga,
- Men eg haldi, at tað kanska ger samanhaldið í hópinum sterkari. Á vøllinum dugi eg ikki reiðiliga at siga, hvørt hetta ger so øgiligan mun. Kanska kenna beiggjar hvønn annan betri í rennimynstrum og soleiðis, men júst tann parturin er helst ikki nakað, sum tú hugsar so nógv um, heldur hann.
Tá Hanus skifti til EB/Streym hevði Símun ikki skrivað undir.
- Sjálvandi visti eg av, at teir høvdu tosað við Símun. Men eg vil nú ikki siga, at hetta var avgerandi fyri mítt val, heldur hann.
Og Símun er ikki heilt ósamdur.
- Vit tosaðu sjálvandi saman um hetta. Hanus var tó tann fyrri at taka avgerðina. Og hóast hansara navn ikki var avgerandi fyri meg, so gjørdi tað kanska valið lættari, kortini, sigur eldri beiggin.
Gleðir seg til oddastríð
Í mun til árini í ÍF, so er ætlanin hjá Hanusi nú, at hann skal stríðast frammi í Formula-oddinum, og hetta er nakað, sum hann tykist gleða seg til.
- Tað sigur seg sjálvt, at tað er stuttligari, enn at stríðast í botninum. Higartil haldi eg, at tað hevur gingið væl at koma inn á liðið. Spælið hjá okkum hevur kanska sveiggjað nakað í venjingardystunum, men til tíðir hevur tað verið heilt gott. So eg vóni, at vit eru um at finna rætta lagið, nú landskappingin stendur beint fyri framman.
____
Hanus um Símun
Símun hevur ein øgiligan vilja, tá hann er á vøllinum, og hann dugir og torir at markera seg sum ein av bestu spælarunum. Hartil evnar hann eisini sera væl at fella inn á eitt nýtt lið. Í fjør var hann hjálparvenjari hjá okkum í ÍF, og tað komst heldur ikki av ongum. Hann megnar nevnliga sera væl at stýra hinum spælarunum, tá støðan krevur tað, og í so máta hevur hann eina karismatiska persónligheit.
Skal eg siga nakað negativt um Símun, so er tað helst, at hann til tíðir er dekan ov illsintur.
---
Símun um Hanus
Hanus er øgiliga væl fyri kropsliga. Hann er sterkur, er høgur og hevur neyðuga skjótleikan, og hetta er eitt stórt pluss. Tekniski førleikin saman við hesum ger, at hann er sterkur mann móti manni, soleiðis at hann kann seta mótstøðumann av. Hartil hevur hann eisini sera gott spælskil.
Skal eg tosa um manglar í hansara spæli, so er haldi eg, at hann manglar viljan til at vinna seg framum í avgerandi støðum. At hann kanska er eitt sindur bangin, um hann fær eitt skump, og tað mást tú tola sum áleypari. Hann kundi eisini verið betri til langskot og langar sendingar, eins og hann í verju- og álopspartinumkundi verið meira avgjørdur.
Og so skal hann verða meira støðugur. Partvíst var hann tað seinnu hálvu í fjør, men spælir hann støðugt í ár, so ivist eg ikki í, at hann fer at vinna seg í landsliðshitan.