##med2##
Við jøvnum millumbilum skipar Petur Asbjørn Lervig fyri Tema-Fótbóltspanelum á FM1.
Eitt av hesum var á FM1 seinnapartin í dag, har evnið var menning.
Gestir hjá Peturi Asbirni Lervig vóru Sonni L. Petersen, fyrrverandi formaður í NSÍ og Eli Hentze, fótbóltsmennari hjá FSF og U21-landsliðsvenjari.
Góðir og útbúnir venjarar til allar deildir og øll lið er sera týðandi og grundleggjandi eru menn samdir um. Sonni L. Petersen spurdi eisini spurningin um vit í Føroyum eru nóg røsk til at eggja teimum størstu talentunum at fara uttanlands at royna seg.