Temadagur um mvg-skipanina

Seinast í hesum mánaðinum skipar Fíggjarmálastýrið fyri temadegi um mvg-skipanina. ­ Skipanin hevur nú verið í gildið í nøkur ár og eigur tí at vera endurskoðað, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum

Fyri nøkrum árum síðani varð mvg-skipan sett í gildi í Føroyum. Henda skipan kom ístaðin fyri tollskipanina og var ein partur av handilsavtaluni, sum varð gjørd við ES.

Nógv vatn er runnið í ánna síðani mvg-skipanin kom og fólk eru sera ymisk á máli um hvussu skipanin virkar. Nøkur eru sum vera man væl nøgd við skipanina, meðan onnur eru sera misnøgd við hana. Nógv teirra halda hana vera sera torføra at umsita m. a. tí at tað eru so nógv undantøk.

Alt hetta eru tey, sum vara av skipanini fullgreið yvir. Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum sigur, at hann javnan fær fráboðanir frá fólki, sum eru í villareiði yvir hvussu farast skal fram tá tað um mvg ræður.

Tí hevur landsstýrismaðurin, saman við umsiting síni gjørt av, at skipa fyri einum temadegi um mvg-skipanina. Endamálið við degnum er at tosa um skipanina - teir fyrimunir og vansar, sum hon hevur, og um hvussu hon møguliga skal dagførast.

­ Eitt annað, sum vit eisini eiga at taka upp eru tey undantøk, sum eru løgd í skipanina. Er tað rætt, at tað eru nakrar vinnugreinir, sum heilt skulu sleppa undan mvg, ella skal mvg-lógin broytast soleiðis at mvg verður lagt á alt.

Er tað ein veruligur møguleiki, at skipanin verður broytt soleiðis?

­ Tað skal eg ikki siga, tí so langt eru vit ikki komin. Vit hava einki liðugt uppskot um hvørjar broytingar skulu gerast, men tað er eftir míni meting nakað, sum vit eiga at taka við, sigur Karsten Hansen, landsstýrismaður við fíggjarmálum.

Kann ein so hugsa sær, at um mvg verður lagt á alt, at mvg-taksturin verður lækkaður?

­ Tað er eisini ein møguleiki, men sum sagt, vit hava einki uppskot, áðrenn vit fara at kanna skipanina.


Vinnulívið boðið við

Nú mvg-skipanin verður endurskoðað, er tað ikki soleiðis, at tað bara verða politikararnir, sum sleppa at vera við í arbeiðinum. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum leggur dent á at hava vinnulívið við í arbeiðinum, tí tað er vinnulívið, sum skal liva við mvg-lógini.

­ Vit hava boðið politikarum, umsitingini og vinnufeløgunum at vera við í endurskoðanini av mvg-lógini, og tað haldi eg er neyðugt, skal nakað skilagott spyrjast burtur úr, sigur Karsten Hansen.


Meirinntøka

ikki høvuðsmálið

Tá politikararnir nú fara undir at endurskoða mvg-lógina, so kundi verið freistandi at hildið, at tað var tí at teir vilja hava fleiri inntøkur til landskassan - eisini hóast hann sambært tí, sum sagt verður, er fullur frammanundan. Men so er ikki.

Og orsøkin er heldur ikki, at Ráðgevandi nevndin í vikuni nevndi at mvg-lógin ikki virkar heilt sum nevndin heldur vera skilagott.

Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum sigur, at høvuðsorsøkin er, at skipanin skal gerast einfaldari hjá umsitingini at umsita og hjá vinnuni at liva við.

­ Tað sigur seg sjálvt, at tá undantøkini gera, at lutfalsliga nógv tíð verður brúkt til at umsita tey, so verður minni tíð brúkt til meira framrættað arbeiði. Tað merkir, at skipanin er dýrari og torførari at umsita, og hon verður meira torskild hjá brúkarunum, sigur Karsten Hansen, og leggur afturat, at málið tí er, at gera broytingar sum gera skipanina einfaldari at umsita og harvið bíligari.