Tepur sigur til VB/Sumba

VB/Sumba er á veg úr Runavík við 2-1 sigri á teimum næstbestu hjá NSÍ. Fyrsta bríkslið var klokkan 13.00, og dysturin var liðugur stutt frammanundan, at fyrsta bríkslið var í bestu deildini.

Øll málini vórðu skorað síðsta korterið undan steðginum. Dan Djurhuus legði VB/Sumba framum, Dejan Stoikovic javnaði fyri NSÍ, og Jón Gærdbo skoraði sigursmálið.

Sigurin ber við sær, at VB/Sumba og AB framvegis liggja lið um lið á tveimum teimum ovastu plássunum í 1. deild.