Tepur tap til føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini

Liðini hjá Rakul Wardum og Janu Mittún taptu í kvøld við bert einum máli

Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku kvinnudeildini í hondbólti í kvøld.

 

Føroyski landsliðsmálverjin, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ringkøbing taptu í kvøld tepurt 20-21 fyri Bjerringbro á heimavølli. Bjerringbro var á odda 11-10 í steðginum.

 

Í allarseinasta álopinum áðrenn lúðurin í høllini ýldi á seinasta sinni hevði Cecilie Bjerre møguleikan at javna fyri Ringkøbing til 21-21, men málverjin hjá Bjerringbro bjargaði.

 

Tað gekk annars væl hjá Rakul, ið hevði eitt bjargingarprosent í kvøld upp á 34 prosent.

 

Ringkøbing hevur framvegis fyrsta stigið til góðar aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini. 

 

Jana Mittún og liðfelagar hennara í Viborg taptu á útivølli 22-23 fyri Aarhus United. Í steðginum var Viborg á odda 11-10.

 

Louise Søndergaard hjá Viborg hevði møguleika at javna til 23-23 í teimum allarseinastu sekundunum, men hennara skot fór framvið málinum hjá Aarhus, og so var liðið hjá Janu fyri somu óndu lagnu sum liðið hjá Rakul.

 

Jana skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast. 

 

Viborg hevur tvey stig aftaná tveir teir fyrstu dystirnar í kappingini.