Teresa hevur sett nýtt met í hæddarlopi

Teresa F. Bláhamar leyp 1,61 metrar og hevur sett met til VU Spelan

Fyri løtu síðani, setti Teresa F. Bláhamar nýtt føroyskt og sera flott met í hæddarlopi til VU Spelan. 

Føroyska Teresa F. Bláhamar er limur í Bragdinum, og hon leyp 1,61 metrar. Gamla metið, 1,55 m, átti hon sjálv.

Tað er landsliðið í frælsum ítrótti, sum luttekur í VU-Spelan í Gøteborg. Talan er um størstu kapping av sínum slag í Norðurlondum, og næstan 3.500 íðkarar í yvir 8.600 startum luttaka.