Terji á pall í Hvalba

Í kvøld fara Terji Rasmussen og hansara orkestur á pall í Hvalba fyri fyrstu ferð í langa tíð

Tónleikur

Í kvøld, leygarkvøldið, verður forvitnisligt tónleikatiltak í Hvalba. Tí tá fer gamli Prix Føroyar vinnarin, Terji Rasmussen á pall í Roynhøllini í Hvalba.
Terji Rasmussen Band liggur eisini væl fyri í Prix Føroyum í ár.
Terji Rasmussen band var favorittur at vinna innleiðandi umfarið í Prix Føroyum í Fuglafirði fyrr í mánaðinum og tað stóð heldur ikki á at koma víðari.
Fyri fyrstu ferð síðani, eru teir nú í suðuri og spæla - kanska sum eitt slag av upphiting til Prix Føroyar hálvfinaluna á Tvøroyri fyrst í næsta mánaði.
Tað er nú næstan eitt heilt ár síðani at teir vóru í Hvalba seinast, so hetta verður eitt kærkomið høvið til uppliva ein av okkara royndastu og mest markantu tónleikarum seinastu nógvu árini.
Terji Rasmussen er ein av okkara allarkendastu tónleikarum og sangarum og ikki minst eru hansara framførðslur í serflokki og hann er ein av okkara allarbestu framførarum.
Og tað er onki at ivast í, at suðuroyingar hava nakað at gleða seg til.
Eftir Prix Føroyar umfarið í Fuglafirði, skrivaði ummælarin hjá Sosialinum, at Terji var enn í Prix-formi og hann helt, at tað var rættvíst, at Terji Rasmussen Band slapp víðari í kappingini.
? Stílurin minti um Moirae-dagarnar, men saman við framúrskarandi rútmunum hjá Rógva á Rógvu og Arnhold Ludvig bleiv tað meir funky, segði ummælarin hjá Sosialinum, sum eisini helt, at hetta var nakað av tí besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár.
? Tað var ikki nakað beinleiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, at hann kom víðari í kappingini.
Í sambandi við dansin í Roynhøllini í kvøld, verður ferðasambandið kring oynna gott, tí MP-Bussar fara at koyra av Tvøroyri og Poul Johannus Poulsen koyrur úr Vági