» Tað var ikki nakað nýtt »Eros« ella »Eg flýggji til tónleikin« millum løgini, og røddin hjá Terja hevur ljóðað betur. Hóast tað so var hetta nakað tað besta, vit hava hoyrt frá Terja í fleiri ár. Tað var ikki nakað beinleiðis nýtt, men hinvegin so var tað so hamrandi væl leikt og framførslan hjá Terja var so mikið góð, at fá mundu ivast í, um Terji ikki fór at koma víðari.«
? Sosialurin eftir 4. umfar
Terji Rasmussen var við í bólkinum, sum vann fyrstu Prix Føroyar kappingina í 1995. Tá var rockbólkurin Moirae tað stóra nummarið, men hann er síðani farin í søguna.
Nú er Terji Rasmussen viðaftur í Prixnum sum sangari í sínum egna bólki. Hann hevur havt onkra einstaka gestaupptraðkan sum kórsangari, men nú verður tað við allari orku og egnu sangum, at hann leggur í vaðið aftur.
Terji Rasmussen hevur fingið nakrar av teimum tónleikarunum, sum hann hevur spælt sera nógv saman við gjøgnum árini, at spæla saman við sær hesaferð. Tríggir av tónleikarunum vóru við í tiltikna bólkinum Føstufressar.
Terji Rasmussen hevur seinnu árini spælt javnan til konsertir og dansir kring landið, og tað hevur hann gjørt við sínum egna bólki. Terji kann framføra eina langa røð av kendum sangum, sum hann hevur skrivað gjøgnum árini, men til Prixið eru tað nýggir sangir at hoyra frá honum.
Terji Rasmussen Band kom víðari frá 4. umfari, tá ið Kristleif Zachariassen eisini kom víðari.