Terji spælir forkunnuga konsert

Eftir fýra útseldar konsertir í Nólsoy fer Terji Rasmussen til Havnar at spæla konsert

 

Eftir at hann hevur selt fýra konsertir á Maggies í Nólsoy út, kemur Terji Rasmussen nú til Havnar at hava konsert. Talan verður um eina øðrvísi konsert, tí umframt at tað eru ár og dagar ímillum, at Terji spælir live í høvuðsstaðnum, verður eisini talan um eina hugnaliga café-konsert á Essabarr – fyrr Café Natúr.

 

Terji Rasmussen og Kim Hansen fara at spæla sangir hjá Terja, sum eru útkomnir millum ár og dag. Terji hevur útgivið tónleik sum solistur og eitt nú í bólkum sum Føstufressar, Frændur, Moirae og Eyðun & Terji. Hetta kvøldið fer Terji at siga okkum onkrar søgur og spæla kendar sangir – og hann leitar eisini onkran meira sjáldsaman sang fram til høvið.

 

Konsertin við Terja Rasmussen verður á Essabarr týskvøldið 15. juni kl. 20:00, og tgongumerki kunnu keypast á heimsíðuni atgongumerki.fo