Ternan hertikin í Nólsoy: Skiparin gjørdi tað einasta rætta

Tað er lætt at koma aftan á og siga, at eingin vandi var á ferð

 

 

Skiparin á Ternuni gjørdi tað rætta, tá ið hann ikki vildi lata hekkuportrið á Ternun upp, eftir at nólsoyingar høvdu hertikið skipið seinnapartin sunnudagin.

Tað sigur Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelag, sum nú gevur skiparanum á Ternuni sín fulla stuðul.

Nólsoyingar eru so troyttir av at teir missa Ternuna í tíð og ótíð, hvørja ferð okkurt er áfatt við Teistanum, at tá ið Ternan kom til Nólsoyar seinnapartin sunnudagin, bundu teir skipið, so at tað ikki slapp aftur til Havnar.

Samstundis møttu eini 200 fólk upp á bryggjuni at mótmæla, men avleiðingin av tí var, at skiparin á Ternuni vildi ikki lata portrið upp, so at ferðafólkið slapp í land.

Tað var tí, at stúrt var fyri trygdini og sostatt sótu ferðafólkini føst umborð í fimm tímar, áðrenn mett var, at tað var ráðiligt at lata tey sleppa í land.

Síðani hava nólsoyingar sagt, at tað var ikki ætlanin at tað skuldi vera soleiðis, og tey hava átalað skiparan fyri ikki at lata portrið upp, tí tey siga, at tað var ongantíð nakar vandi á ferð.

Men skiparin fær fullan stuðul frá frá Skipara og Navigatørfelagnum, tí tey siga, at skiparin ehvur fylgt galdandi reglum.

Í einari sera truplari støðu gjørdi hann ikki annað enn tað, sum hann hevur bæði rætt og skyldu til, sigur felagið.

Í eini fráboðan sigur formaðurin, øll hugsa ikki um tað ótespiligu støðu, har fólk í veruleikanum tóku ræði á skipinum, sum ikki slapp frá aftur bryggjuni.

Hann heldur, at tað er lætt at koma aftan á og siga, at eingin vandi var á ferð.

– Men vit eiga at minnast til, at skiparin hevur evstu ábyrgd av bæði skipi, farmi og ferðafólkinum. Og í støðuni var tað heilt náttúrligt ikki at lata portrið upp, tí støðan kundi hugsast at gerast enn meira álvarsom, um fólk kundu tysja umborð á Ternuna, aftan á at fólk av landi høvdu bundið skipið.

– Vit skulu tí átala tær atfinningar, sum eru settar fram móti skiparanum, tí vit mugu staðfesta, at skiparin júst hevur gjørt tað sum nátúrligt var í einari støðu sum hesari, har fólk í veruleikanum høvdu tikið ræði á skipinum, sigur Føroya Skipara- og Navigatørfelag.