Ternan hertikin: Vit hava fingið nokk

Nólsoyingar tíma ikki longur at missa Ternuna, hvørja ferð okkurt er galið onkra aðrastaðni

– Nólsoyingar hava fingið nokk

Tað sigur Nicolaj Falck í Nólsoy.  

Teistin skal á beding í morgin, og tískil hevur Strandferðslan, sum vant, tikið Ternuna úr nólsoyarsiglingini, tí hon skal vera avloysaraskip hjá Teistanum.

Afturfyri er Jósup so settur at røkja nólsoyarsiglingina.

Men nú er bikarið hjá nólsoyingum flotið yvir, og tá ið Ternan kom til Nólsoyar fyri næstan tveimum tímum síðani, varð hn hertikin

Men tað var í allari friðaligheit, tí endar vórðu settir á, og veirur er spentur fyri innsiglingina, soleiðis at hon ikki sleppur av stað aftur.

Sostatt liggur hon í Nólsoy enn - men eftir ferðaætlanini skuldi hon sigla aftur úr Havnini nú klokkan 19, men tann fráferðin verður í øllum førum seinkað.

Men tað, sum tey ikki høvdu væntað, var, at ferðafólk og bilar, sum eru komin til Nólsoyar við Ternuni, sleppa heldur ikki íland, tí boð eru komin frá Strandferðsluni, at portið á Ternuni skal ikki latast upp undir hesum umstøðunum.

 

Les eisini her: Nólsoyingar hava hertikið Ternuna

 

Samstundis hava oman fyri 200 fólk úr Nólsoy verið á bryggjuni við skeltum, sum vísa teirra ónøgd.

Men fólk koma og fara, so í løtuni eru tey eini 100 fólk á bryggjuni.

Tey átala, at nýggja Nólsoyarferjan ikki varð bygd og tey krevja, at nýggj nólsoyarferja verður beinleiðis sett í nýggj samgonguskjalið

– Nólsoyingar góðtaka ikki, at Ternan verður tikin úr siglingini og settur í sigling um Skopunarfjørð, hvørja ferð okkurt er við Teistanum, sigur Nicolaj Falck.

Hann sigur, at hetta er fyri at vísa okkara ónøgd fyri politikarunum um tað, at nólsoyarferjan ikki er bygd enn, og samstundis krevja vit, at hon verður gjørd nú. 

Nú skal Smyril í dokk, men Stranferðslan hevur leigað skip fyri hann og nólsoyingar halda, at Strandferðslan kann eisini leiga skip, tá ið Teistin skal í dokk, soleiðis at teir ikki missa Ternuna.