Ternan I siglt sín síðsta túr

Gjáramorgunin kom Ternan I sín seinasta morguntúr av Skálafjørðinum

Eirikur Lindenskov


? Nei og aftur nei. Avgerðin er tikin, og hon verður ikki broytt.

So greiður var Finnbogi Arge, landsstýrismaður hósmorgunin, tá fólk av Skálafjørðinum vóru í Tinganesi og mótmæltu, at Skálafjarðasiglingin nú verður niðurløgd.

Gjáramorgunin kom Ternan I sín seinasta morguntúr á Havnina. Við Ternuni I vóru gott 20 ferðfólk, sum mánamorgunin mugu finna sær aðra farleið til Havnar.

Strandferðslan hevur lýst við snarbussi til Havnar, men eins greitt er tað, at fólkið av Skálafjørðinum nú má brúka nógv longri tíð at ferðast til og frá arbeið ella skúla í Havn.