Leirvíksfjarðarleiðin hevur verið nógv uppi og vent seinasta árið ella so. Dúgvan megnar ikki at røkja siglingina um Leirvíksfjørð einsamøll, og mangan valdar kaos á ferjuleguni í Klaksvík serliga, tá longu bilarøðirnar koma langt niðan á Stangavegin og eru til miklan ampa fyri vanligu ferðsluna. Og somuleiðis er bíðitíðin til at sleppa yvir um fjørðin long, og tað tarnar serliga vinnulívinum.
Sam varð settur inn at røkja siglingina saman við Dúgvuni, men fyri eini tíð síðani varð Sam tikin úr aftur siglingini, tí hann vísti seg at vera í so ringum standi, at hann ikki kundi sigla meira. Hann liggur í dag á Klaksvíkar Sleipistøð, har neyðugu ábøturnar verða gjørdar á hann.
-? Sam vísti seg at vera verri fyri, enn vit høvdu væntað, so nógvar ábøtur skuldu gerast á hann fyri, at hann yvirhøvur skuldi kunna sigla. Pappírini vórðu jú tikin frá honum, so tað var alneyðugt at gera hann í stand, greiðir Kristian Davidsen frá.
Stjórin á Strandferðsluni væntar, at Sam verður liðugur mánadagin, og so verður hann settur aftur í sigling um Leirvíksfjørð. Men harvið er trupulleikin um Leirvíksfjørð ikki loystur, og stjórin á Strandferðsluni ásannar, at Sam megnar ikki at nøkta tørvin við verandi modelli.
? Trupulleikin við Sam er, at tað er bert tann eina manningin, og verður hann so settur inn at byrja at sigla tíðliga um morgunin, so nøktar hann ikki trýstið, sum vanliga er seinni um dagin, og umvent, um vit seta hann at byrja siglingina seinni á degnum, greiðir Kristian Davidsen frá.
Tí er Strandferðslan saman við Leirvíksfjarðarbólkinum, sum varð settur í februar, farin at arbeiða við einum uppskoti um, at Ternan ístaðin verður sett inn at røkja siglingina um Leirvíksfjørð saman við Dúgvuni. Hetta er eitt ynski, sum hevur verið í Norðoyggjum í langa tíð, og nú liggur eitt møguligt uppskot also á arbeiðsborðinum.
Men Kristian Davidsen leggur dent á, at uppskotið bert liggur á borðinum.
? Vit arbeiða við tí, tað kann eg vátta, men í skrivandi stund er tað bert á borðinum. Vit eru als ikki liðug við tað, og tað er heldur ikki góðtikið nakrastaðni, sigur hann.
Hann viðgongur, at tað serliga er tað peningaliga, sum spælir inn, tí henda loysnin kann ikki sigast at fara at verða ein av teimum bíligastu. Og fíggjarliga illveðrið, sum Strandferðslan er og hevur verið í hetta árið, ger tað ikki lættari at fáa hetta at bera til.
? Vit arbeiða við ymsum uppskotum um, hvussu hetta kundi verðið gjørt, og hvussu bíligt vit kunnu gera tað, men sum sagt so er onki ítøkiligt at siga frá enn, sigur Kristian Davidsen, sum er nakað varin við at úttala seg um hetta. Men samstundis ásannar hann, at tørvurin av flutningi um Leirvíksfjørð er so mikið stórur, at tað má ein loysn til.
? Vit hava lagt nógva orku í arbeiðið við at finna eina loysn, sigur Kristian Davidsen, sum kallar hetta uppskotið fyri eina menningarverkætlan um Leirvíksfjørð.
Stjórin á Strandferðsluni veit ikki at siga fyri vissu, nær talanin verður um eitt ítøkiligt uppskot.
? Uppskotið liggur sum sagt á arbeiðsborðinum enn, og enn skal nógv ymiskt fáast upp á pláss. Men manningin er kunnað um tað, og vit arbeiða í tøttum samstarvi við Leirvíksfjarðarbólkin, sum jú varð settur til sama endamál, sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni at enda.