Ternan í sigling um Nólsoyarfjørð

Eitt nýtt tíðarskeið byrjar fyri nólsoyingar, meðan ein gomul býarmynd hvørvur úr Havnini, nú Ritan ikki longur veður at síggja við Bursatanga Í morgun byrjaði Ternan at røkja ferðasambandið millum Tórshavn og Nólsoy.

Tað hevur leingi verið arbeitt við hesari loysnini, og tað er serliga trupulleikin í Norðoyggjum, ið hevur skundað undir.

Másin fær iki longur undantaksloyvi at røkja farleiðirnar millum Hvannasund og Svínoy og Fugloy, og tá Ternan annars bert hevur ligið síðani Norðoyartunnilin kom, var tað rímiliga nærliggjandi at seta hana inn á Nólsoyarrutuna og senda Rituna norður í Hvannasund.

Neyðugt var tó við ábøtum á bæði skipini, og Ternan stóð á beding í Havn í nakrar mánaðir. Hon varð tó klár fyri tveimum vikum síðani, men hevur so røkt siglingina um Skopunarfjørð, meðan Teistin hevur verið til eftirlit.

Nú er hetta eftirlitið liðugt, og Teistin er farin aftur í sigling um Skopunarfjørð, menað Ternan byrjaði sína rutu um Nólsoyarfjørð í morgun.

Ritan er á sleiðistøð suðuri í Vági, og hon verður klár at seta inn á Svínoyar- og Fugloyarleiðina seinast í juni mánað.