Ein av teimum, sum hevur sagt sína hugsan um gølurnar kring John Terry, er Craig Bellamy, sum um vikuskiftið stóð fyri tveimum av málunum í sigrinum hjá Manchester City móti Chelsea. Og tað vil John Terry ikki hava sitandi á sær. Uttan at fara í smálutir, staðfestir Terry turrisliga, at fólk, sum búgva í glashúsum, ikki skulu kasta við steinum, og sipar hann uttan iva til mongu gølurnar, sum eisini hava verið kring Craig Bellamy, ið aloftast hevur leverað undirhald bæði á og uttanfyri vøllin.
Tíðindi
SF: Silvaland til børnini
Tíðindi