Tevez er bestur

Sambært Actim Index, ið er almenna styrkismetingin av spælarum í enskum fótbólti, er Carlos Tevez hjá Manchester United besti spælari í Premier League higartil í ár. Eisini Rio Ferdinand og Cristiano Ronaldo eru at finna á topp-10-listanum

FÓTBÓLTUR

 

Tevez, ið um stutt fyri jól varð matchvinnari á Anfield móti Liverpool, hevur staðið seg framúr væl síðan skiftið frá West Ham United í summar. Nærum uttan at hava vant við nýggju liðfeløgunum varð hann blakaður í eldin, tá Luis Saha og Wayne Rooney drógust við skaðar. Síðan tá hevur Tevez ikki verið til at steðga.

Í 19+3 dystum hava hansara dygdir vunnið honum níggju fulltreffarar - sjey av teimum í Premier League. Hóast mongu málini, er tað hansara skil fyri spælinum, spæligleði, fantastiski arbeiðsmoralur og óhoyrdu evni hansara at samspæla við álopsmakkaran Wayne Rooney, ið kanska hava imponerað mest av øllum.

 

Hesir eginleikar hava samlað vunnið honum ovasta pláss á Actim Index styrkislistanum, millum spælarar í Premier League í heyst.

Tevez hevur otað seg fram á fremsta pláss, frammanfyri Cesc Fabregas hjá Arsenal, og merkisverda og dugnaliga Benjani Mwaruwari frá Portsmouth. Rio Ferdinand og Cristiano Ronaldo eru eisini millum tíggju teir bestu, á ávíkavist áttanda og níggjunda plássi.

 

 

ACTIM INDEX' TOPP 10

Stigini á talvuni eru baserað á mál, skot, offsidestøður, avleveringar, tacklingar, blokeringar, burturspørk og nøgd av fríspørkum.

 

Spælari Felag Stig

1 Carlos Tevez Manchester U 316

2 Cesc Fabregas Arsenal 310

3 Benjani Mwaruwari Portsmouth 297

4 Martin Petrov Manchester C 286

5 Frank Lampard Chelsea 282

6 Gabriel Agbonlahor Aston Villa 279

7 Emmanuel Adebayor Arsenal 276

8 Rio Ferdinand Manchester U 275

9 Cristiano Ronaldo Manchester U 271

10 Gael Clichy Arsenal 267