Í 1994 varð Jenis av Rana valdur á ting fyri Miðflokkin á fyrsta sinni. Síðani tá hevur hann verið ein tann mest eyðsýndi politikkarin í landinum, og í dag skal hann ganga skrúðgongu á 20. sinni.
- Eg gangi skrúðgongu fyri 20. ferð í dag, og eg havi ikki forsømt hana so mikið sum eina ferð øll hesini árini, letur úr Jenisi av Rana.
- Av tí at ólavsøkudagur er meira ella minni ein arbeiðsdagur hjá Jenisi, so taka vit okkum meira av løttum tann fyrra dagin, sigur Anna.
Anna og Jenis plaga at royna fara til tiltøk á ólavsøku, men tað eru serliga útimøtini, sum tey fara til.
- Kl. 18 í gjár vóru vit til útimøti hjá Frelsunnar Herinum, har vit hoyrdu góða talu og góðan horntónleik, og seinni vóru vit á útimøti uttan fyri Ebenezer, sigur Anna.
- Eitt sakna vit, og tað er lovsongsløtan, ið plagdi at vera í Grasagarði ólavsøkudag kl. 15. Hana sakna vit ómetaliga nógv, sigur Jenis og sipar til lovsongsløtuna, sum Tummas Jacobsen úr Filadelfia plagdi at standa fyri.
Um lítla løtu skal Jenis ganga skrúðgongu, og tað er nakað, sum honum dámar sera væl.
- Mær dámar væl tann andaliga súmbolikkin við henni, at tingárið byrjar við kirkjugongd. Síðani at syngja tjóðsangin, sum er fyltur við andaligum undirtónum, sigur Jenis avgjørdur.
Fyri Onnu og Jenis er ólavsøkan broytt nakað, nú synirnir eru vorðnir vaksnir.
- Nú hava vit eitt sindur meira tíð at fara til tiltøk, sum vit sjálvi hava hug til, sigur Anna.
- Men um kvøldini hava vit eina bundna uppgávu, og tað er at vera barnagentur hjá okkara ommu- og abbasynum, sigur Jenis flennandi at enda.