Tað er aftur í ár Kyndil, sum stendur fyri gallakvøldinum, har hondbóltsspælarar kring landið sleppa at seta eitt ordiligt punktum fyri hondbóltsárinum.
Klokkan 20 verður farið til borðs, og borðhaldið er eisini karmur kring stóru avdúkingarnar, tá bestu spælararnir á árinum verða kosnir.
Spælarar og venjarar úr ymsu feløgunum hava greitt atkvøðu, og í kvøld fæst at vita, hvørji fingu flestar atkvøður. Hjá kvinnum og monnum skulu ársins málverji, verjuspælari, álopsspælari, stjørnuskot, venjari og sjálvandi eisini ársins spælari kjósast. Hartil verður ársins dómarapar kosið, eins og bestu málskjúttarnir verða heiðraðir. At enda verður ársins lið hjá kvinnum og monnum sett. Her eru tað landsliðsvenjararnir, Claus Rasmussen og Birgir Hansen & Kári Nielsen, sum seta saman hvør sítt lið.
Vit á in.fo fara sjálvandi at fylgja við, hvussu leikur fer í kvøld.