Rigmor Dam
----------
Meðan døkku skuggarnir fjala fjálgu smátturnar út á Reyni í Havn, koma tvey smá barnaeygu til sjóndar í svarta rútinum við hvítu sprossunum í Mettustovu.
Innkomin trokar undirritaða seg inn millum spælandi børn. Í hugnaligu stovuna angar av kaffi og popkorn. Málageipanin ger, at konurnar kring borðið í fyrsta umfari ikki látast um vón.
– Eg moyni tað. Eitt barn hevur rætt til tvey foreldur! Staðfestir ein av konunum, meðan hon veipar við ørmunum. Hinar taka undir við henni, men ein skoytir tó uppí, at tað er ikki altíð, at bæði foreldrini eru á lívi.
– Eg ynski mær brennandi, at pápin var inni í myndini. Tað er ikki sunt fyri dreingirnar, at teir ikki hava ein mann at spegla sær í, fortelur unga einkjan, sum misti mannin fyri tveimum árum síðan.
Talandi tøgnin avdúkar fremmanda gestin, sum verður boðin vælkomin og sessast millum hinar. Møtið er avtalað, so tær kenna ørindini.
Umleið eina ferð um mánaðin hittast tey. Stakir uppihaldarar og børn teirra. Úr Havn og av bygd, til ein samanskotsmáltíð og sosiala fríggjakvøldssamveru í Mettustovu í Havn. Vanliga møta millum 10 og 15 konur við børnum. Onkur stakur pápi hevur eisini verið, og stakir uppihaldarar av hinum kyninum eru meiri enn vælkomnir.
Í somu skóm
Í horninum sita nakrir stórir dreingir og spæla Nintendo DSi. Teir hugna sær við poppkorni, ostahaps og djús, meðan teir práta um spælið.
– Eg varð steðgað og afturhildin av løgregluni á flogvøllinum í Kastrup. Pápin ákærdi meg fyri at vilja ræna dóttrina av landinum, fortelur ein ung mamma, sum nýliga er flutt upp til Føroyar við barninum. Hon fortelur søguna, hinar lurta, onkrar bróta inn viðhvørt. Fleiri halda, at lógirnar eru ikki nóg góðar.
Allar hava tær sína søgu. Nógv av tosinum snýr seg um foreldramyndugleika, samverurætt og Ríkisumboðið. Um munin millum Føroyar og Danmark. Um støðurnar, har partarnir ikki kunnu semjast, og um hepnari málini, har samstarvið fer fyrimyndarliga fram.
Einu løtuna bresta allar út úr at flenna. Næstu sita tær tigandi og lurta eftir einari syrgiligari lagnu. Geva góð ráð, kjakast um dýrar matvørur, bústaðarmarknað, føroyingar og Føroyar, troysta eitt barn, sum er dottið, og flenna aftur í kíki.
Ætlan um fleiri tiltøk
Men hvat fer fram annars í Netverkinum fyri stakar uppihaldarar, spyrji eg tær.
Tær forklára, at tær fyrst og fremst hittast her í Mettustovu til samanskot við børnunum fríggjakvøld fimtu hvørja viku. Í hesum 'staka'-umhvørvinum er heimurin býttur sundur í stakar og óstakar vikur, tí tær avgera, nær man hevur børnini.
Ætlanin er eisini at skipa fyri øðrum, eitt nú klædna- og leikubýti, útferðum og arbeiðsbólkum, sum kunnu arbeiða við politiskum málum. Eisini er ynski um at stovna ein bólk við eykaommum og -abbum.
– Kanska kann hetta menna seg til eitt datingstað, sigur ein knappliga, og allar flenna..
– Ja, kanst tú ikki seta eina datingmynd av hvørjari í blaðið, skoytir ein uppí, og tær eru um at detta av stólunum í látri.
Einsamøll við ábyrgdini
Tosið fer automatiskt yvir á næsta spurning, har eg hevði ætlað at spurt, hví tær hava valt at hittast á hendan hátt.
Ein tekur orðið og greiðir frá, at nógv er, sum tú ikki fært tosað við ‘kjarnufamiljufólkini’ um, tí tey skilja ikki støðuna til fulnar.
– Stakir uppihaldarar eru so einsamallir um uppgávuna, og mugu taka støðu til alt sjálvir. Har er ongin at sparra við um børnini, pengamál ella annað, sum fólk vanliga eru tvey um í einum parlagi. Tí er tað gott at hitta onnur, sum eru í somu støðu, greiðir hon frá.
– Fólk duga illa at ímynda sær, hvussu tað er vera einsamøll við ábyrgdini 360 dagar um ári, 24 tímar um samdøgri. Tú kanst ongantíð fara oman í kioskina at keypa mjólk ella renna tær ein túr, eftir at børnini eru sovnað, forklárar ein onnur, meðan hon tekur lítla sonin upp á fangið. Hann er troyttur, suttan gongur kyk og mamman kínur honum varliga um ennið.
Orkar ikki longur
Yviri við endan situr ein onnur ung kvinna við barni á fanginum. Brádliga letur uppgevandi, men erliga, úr henni:
– Eg eri so deyðamóð. Púrasta útlúgvað. Eg orki slett, slett ikki meira!
Hinar tiga eina løtu. Skilja álvaran í røddini. Lofta henni.
– Tú kundi kanska vent tær til Barnaverndartænastuna. Tað gjørdi eg sjálv, tá mínir vóru so smáir, og eg næstan hevði givið upp. Tú mást minnast til, at talan er um eina tænastu, sum er har fyri at hjálpa børnunum. Ikki at taka tey frá foreldrunum. Góðasta bið tey um hjálp. Har er heilt vist okkurt tilboð, tú kanst brúka, greiðir ein royndari mamma frá.
Og tær tosa um at fáa ungu mammuni ein hjásita, sum kann fara við at tosa við Barnaverndartænastuna.
Soleiðis gongur kvøldið. Frá klokkan 18, har samanskotsmaturin varð etin, til einaferð við 22-tíðina, tá tey fara hvør til sítt. Við føtum og suttum og bamsum og taskum. Næsta fríggjakvøldsgildið er longu avtalað.
------------
FAKTA
um Netverkið fyri stakar uppihaldarar
Netverkið hevði sítt fyrsta tiltak í juni 2010.
Endamálið er, at:
• varpa ljós á og at bøta um korini hjá bólkinum.
• at geva ráð og vegleiðing, moralskan og kensluligan stuðul og praktiska hjálp. Hetta kann eitt nú vera matklubbur, klædnaumbýti og barnaansing.
• at byggja nýggj netverk upp við at knýta bond við fólk í somu støðu.
Tær, sum tóku stig til netverkið vóru: Barbara Berg, Anna Hansen, Ingrid Jacobsen og Jóanna Djurhuus.
Netverkið fær ókeypis innivist í Mettustovu hjá Kvinnufelagnum í Havn.
--------
Brot úr setanarrøðu hjá Barbaru Berg,
tá Netverkið varð stovnað:
"Initiativið er sprottið úr kjakinum um stakar uppihaldarar. Gongdin tey seinastu árini hevur verið, at nógvir stakir uppihaldarar eru fluttir uttanlands, tí tað hevur verið trupult at fáa endarnar at røkka saman her heima.
Vit halda ikki, at tað kann vera rætt, at stakir uppihaldarar og børn teirra í ein ávísan mun verða rikin av landinum, og at barnafamiljur í Føroyum liva í relativum fátækradømi. Hetta er dýrabart tilfeingi, sum vit missa."
"Í øðrum londum hava tey góðar royndir við tílíkum tiltøkum. Eg havi verið í samband við eitt netverk fyri stakar uppihaldarar í Egedal kommune í Danmark. Tey eru 14 vaksin og 18 børn og hittast 3. hvønn fríggjadag kl. 17 og hava samanskotsgildið. Orsøkin til, at tað er 3. hvørja viku er, at so kunnu tey koma við og uttan børn, tí tey flestu hava børnini aðru hvørja viku. Teirra netverk verður í stóran mun brúkt til sosiala samveru, tey hava summar- og jólaveitslu, fara til konsertir , útferðir og loppumarknað saman, men hjálpa eisini hvørjum øðrum við praktiskum uppgávum, so sum viðlíkahald av húsinum og vísa umsorgan um onkur hevur trupulleikar."
-----
Vilt tú við?
Finn netverkið á Facebook undir "Netverk fyri stakar uppihaldarar"
------
Visti tú?
... stakir uppihaldarar kunnu fáa 500 skattafríar krónur mánaðarliga frá landinum. Í løtuni fáa 710 stakir uppihaldarar hetta serliga barnagjald. Av hesum eru 643 stakar mammur og 67 stakir pápar, sum tilsamans uppihalda 1.122 børnum.
. .. lesandi við børnum fáa barnastudning á 750 kr. um mánaðin fyri hvørt barnið. Lesandi stakir uppihaldarar fáa 1.500 kr. um mánaðin umframt.