Nøkur fá siga nei til prikið

Sambært norskum tølum, eru tað fá, sum ikki vilja lata seg koppseta móti koronu.

 

 

Í flestu kommunum í Noregi verða eingi hagtøl førd yvir, hvussu mong siga nei takk til koronu-koppseting, og her eru heldur eingi neyv - og samlað - tøl at vísa á sum siga, hvussu gongdin er kring alt Noreg. 

 

Norski Fólkaheilsustovnurin heldur tað ikki vera neyðugt at føra slík hagtøl, tí koppsetingin er sjálvboðin, og hon er ókeypis.

 

VG veit tó at siga, at tað eru færri enn 6000 fólk í norska høvuðsstaðnum Oslo, sum hava takkað nei.

 

Hóast eingi samlað hagtøl eru í Noregi, eru tað kortini nakrar kommunur, sum hava sett sær fyri at fylgja við, hvussu gongdin er.

 

Soleiðis veit VG at siga, at Oslo kommuna higartil hevur skrásett, at tilsamans 5787 hava sagt nei takk til koppseting, og 2880 fólk hava sagt, at tey ynskja at verða koppsett seinni.

 

Harafturímóti hava fleiri enn 309.000 fólk í Oslo kommunu higartil sagt ja til koppseting móti koronu.

 

Higartil hava fleiri enn 330.000 Oslo-íbúgvar fingið í minsta lagi fyrra prikið, og í høvuðsstaðnum eru soleiðis 31 prosent av íbúgvunum koppsettir.

 

Tilsamans búgva umleið 697.000 fólk í Oslo kommunu.

 

VG hevur sett seg í samband við tíggju teir størstu býirnar í Noregi fyri at hoyra, hvussu mong siga nei takk til koppseting. Av býunum, sum eru spurdir, eru tað bara Drammen og Oslo, sum føra hagtøl.

 

Í Drammen hava tilsamans 345 fólk sagt, at tey vilja ikki koppsetast.

 

Men, tey flestu - 266 fólk - siga, at tey eru koppsett aðrastaðni, 43 siga, at tey ræðast møgulig hjáárin, og tíggju siga, at tey eru ímóti koppseting.

 

Haraftrat siga 23 fólk í Drammen, at tey hava havt koronu, og fýra siga, at tey óttast ikki sjúkuna.

 

Í Drammen hava stívliga 48.000 fólk fingið í minsta lagi fyrra prikið, og tað er nakað meira enn 30 prosent av íbúgvunum í býnum.