Tey ungu fara at fríðka um býin

- Ung verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Eins og undanfarin ár, verður aftur í ár møguligt hjá ungum í Vágs kommunu í aldrinum 14 til 16 ár at vinna sær nakrar krónur, sum ung í arbeiði hjá kommununi.

 

- Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi.

 

Hetta kann gerast við eitt nú at lúka, mála, rudda og við at gera viðlíkahald á gøtur, vegir og ymiskt annað.

 

Í Vágs kommunu siga tey, at umsøkjarar skulu vera fyltir 14 ár fyri 27. juni, men skulu ikki verða fylt 17 ár fyri 8. juli í ár.

 

- Tey ungu verða sett eftir vanligum setanartreytum og lønt eftir sáttmálaavtalaðu tímalønini hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

Lagt verður aftrat, at ung í arbeiði byrja mánadagin hin 27. juni, og arbeitt verður í tær vikur, fýra tímar um dagin.  

 

- Freistin at søkja er fríggjadagin hin 17. juni klokkan 15, og áhugaði kunnu tekna seg á https://vagur.fo/369