Tey fylgja Kára Fossdalsá á Svangaskarði

Nógv fólk eru samankomin í B68-húsinum á Toftum í kvøld at fylgja bygdamanninum, Kára Fossdalsá, í X-Factor.

Í kvøld er stórur spenningur kring Føroya land, nú Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard aftur fara at royna seg í X-Factor kappingini.

 

Tey hava bæði rættiliga gjørt um seg í undanfarnum umførum, og longu nú hava tey stórt rós uppborið fyri sína luttøku.

 

Í B68-húsinum á Tofum, har viðheftu myndir eru tiknar í kvøld, eru rættiliga nógv fólk savnað at fylgja X-Factor sendingini í kvøld.

 

Her eru bæði børn og vaksin, nú bygdamaðurin, Kári Fossdalsá, aftur fer at royna seg, og øll ynskja honum sjálvsagt allar bestu eydnu.

 

Spenningurin er stórur, tí tað er í Nes kommunu, at hann hevur slitið sínar barnaskógvar, og fólk eru errin um, at hann er komin so langt í kappingini.

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

 

 

 

 

Á Svangaskarði í kvøld eru bæði børn og vaksin, nú bygdamaðurin aftur fer at royna seg í X-Factor.