Tey hildu at vit vóru ør - men vit hava prógvað at tað bar til

Føroyskur alari gekk á odda - og hevur minkað CO2- útlátið heili 94 prosent  

Atli Gregersen, stjóri, sigur, at tey hava prógvað, at tey høvdu rætt

Í gjár var akkurát eitt ár síðani at føroyska alivirkið, Hiddenfjord, gavst at flúgva laks við flogfarið. Og í hesum sambandi sigur Atli Gregersen, stjóri, at við hesum tiltakinum er CO2 útlátið frá Hiddenfjord minkað 94 prosent. Hann sigur, at tað svarar til eini 40.000 tons av CO2.

 

Hann sigur, at Hiddenfjord er fyrsti laksaalari í heiminum, sum er givin at flúgva laks og tað gjørdu tey tí at tey føla, at tey hava eina skyldu at framleiða laks á ein so burðardyggan hátt sum gjørligt. Hann sigur, at ein stórur partur av aldum laksi verður fluttur loftvegis, men hann sigur, at tað er púra óneyðugt. Samstundis er nettupp flogferðslan ein av stórsyndarunum, tí hon elvir til so nógv útlát. Atli Gregersen sigur, at norska kanningarstovan, SINTEF, hevur gjørt, at flogfrakt elvir til umleið 50 ferðir meira CO2 enn frakt, ið verður flutt sjóvegis.

 

– At flyta laks sjóvegis og samstundis varðveita góðskuna á laksinum, hevur ikki verið lætt tí tað hevur kravt nógvar royndir, nýhugsandi loysnir og eina serliga tøkuskipan, ið tryggjar, at góðskan á laksinum er í hásæti, sigur hann.  

 

 Hann sigur, at í fyrstuni hildu keyparar uttanlands at tey vóru ør at taka eina slíka avgerð – men síðani hava tey prógvað við  smakkiroyndum, ið ein óheft kanningarstova hevur gjørt, atlaksurin, ið verður fluttur sjóvegis, er minst líka góður sum laksur, sum verður flogin - og harumframt heldur hann sær longri eisini.

 

Atli Gregersen, stjóri, sigur, at tey hava prógvað, at tey høvdu rætt