Stóri sigursharrin á ES valinum í Danmark var Dansk Folkeparti, sum tvífaldaði talið av limum sínum í Evropatinginum.
Danmark valdi í dag síni 13 umboð í ES tingið. Allar kanningar hava víst, at Dansk Folkeparti, sum er sera kritiskt viðvíkjandi ávirkanini hjá ES, skuldi ganga nógv fram valinum. Og so var.
Dansk Folkeparti fekk 26,6 prosent av atkvøðunum. Hetta var ein framgongd upp á 11,3 prosentstig. Flokkurin, sum hevði tvey umboð í Evropatinginum, fekk fýra hesaferð.
Stjórnarflokkurin, Javnaðarflokkurin, fekk eina afturgongd upp á 2,4 prosentstig. Flokkurin fór úr 21,5 niður í 19,1, og misti eitt umboð av teimum fýra, sum flokkurn hevði.
Vinstri hevði stóra afturgongd á valinum. Stórur spenningur var um, hvussu rumblið um formannin, Lars Løkke Rasmussen, um keyp av klæðum og uttanlandsferðinum upp á flokkin til privat endamál, fór at ávirka úrslitið. Og tað gjørdi tað. Flokkurin for 3,5 prosenstig aftur, úr 20,2 niður í 16,7 prosent. Hetta gjørdi, at flokkurin misti eitt umboð í Evropatinginum og hevur nú bara tvey.
SF hevur ligið sera lágt í kanningunum leingi. Men tað gekk kortini flokkinum lutvíst væl. Flokkurin fór 5,0 prosentstig aftur til 10,9 og misti annað umboðið í Evropatinginum.
Fólkarørslan ímóti ES stóð nøkulunda í stað og varðveitti eitt umboð í tinginu, meðan tey Radikalu høvdu framgongd upp á 2,2 prosentstig til 6,5 og endurvunnu umboðið, sum tey mistu á seinasta vali. Liberal Alliance vann heldur ikki sess í Evropatinginum hesaferð.
Serligt fokus var á Lars Løkke Rasmussen eftir tapið hjá Vinstra. Í røðu síni fyri floksfeløgunum á Christiansborg segði hann, at hann átók sær ábyrgdina fyri, at tað hevði gingið flokkinum so illa. Hann segði eisini, at hann í morgin fer at taka stig til at kalla floksleiðsluna saman. Í floksleiðsluni hjá Vinstra sita um 120 fólk, sum er ovasta leiðsla floksins. Hann segði eisini, at hann framvegis bjóðar seg fram sum forsætisráðharraevni floksins.