Vit skulu hava eina kommunala útjavning í Føroyum, har kommunur við stórum inntøkum, skulu rinda til kommunur við lágum inntøkum.
Tað heldur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin.
Og tí vil hann hava Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, greiða frá um samgongan hevur nakrar ætlanir um at seta eina skipan við kommunalari útjavning, í verk.
– Virðini í samfelagnum skulu býtast javnari. Og tað skal ikki bara vera ímillum inntøkubólkar men eisini millum øki í landinum, heldur Jóhannis Joensen.
Hann vísir á, at summi øki í landinum hava hava stórar kvotur og onnur øki hava so at siga allar inntøkur av farmasigling til og úr Føroyum.
– Summi øki í landinum hava borgarar, sum hava høgar inntøkur, og fleiri fyritøkur við nógvum virksemi, og onnir øki hava nógvar pensjónistar og fleiri útisiglarar, staðfestir hann.
Hann sigur, at tað er ein sannroynd, at at tað er munur á, hvussu økini í landinum eru fyri.
– Hetta er eisini komið til sjóndar í sambandi við, at eldraøkið bleiv lagt út til kommunurnar, sigur hann.
Ímeðan summar kommunur megnaðu at lofta uppgávuni, hava aðrar havt tørv á serskipanum fyri at fáa viðurskiftini at hanga saman fíggjarliga. Og tískil verður tænastustigið nógv tengt at misjøvnu inntøkunum hjá kommununum.
Jóhannis Joensen heldur, at ístaðin fyri at gera fleiri einstakar serskipanir fyri tær kommunur, sum ikki megna at lofta ávísum uppgávum fíggjarliga, eiga vit at gera eina kommunala útjavningarskipan, sum leggur upp fyri teimum viðurskiftum, sum gera seg galdandi her á landi og soleiðis at virðini verða býtt javnari.
Hann sigur, at serliga er tær kommununur væl fyri, sum hava reiðarí í økinum, og sum sostatt hava stórar kvotur og stórar inntøku. Men hann hugsar eisini um Havnina, sum hevur stórar inntøkur av farmaflutningi til Føroya, og av landinum.
– Við nýggjastu broytingunum í fiskivinnuni, verður fiskivinnan savnað á heilt fáum hondum og tí er tíðin komin til, at vit aftur taka hetta málið upp til viðgerðar, heldur Jóhannis Joensen.
– Soleiðis høvdu vit altíð kunna tryggjað okkum, at einki øki í landinum dragnar afturúr í menningini, og at virðini verða býtt javnari millum fólkið.
Hann leggur afturat, at føroyar eru einasta land í Norðurlondum, sum ikki hevur eina kommunala útjavningarskipan.