Tey skulu arbeiða seg úr dalinum

Bæði hjá GÍ og NSÍ verður ásannað, at persónligu mistøkini hava kostað nógv mál og harvið nógv stig undanfarnu vikurnar


UPPTAKT


Tað verður grannauppgerð í Gøtu í morgin. NSÍ fer at vitja grannarnar hinumegin Gøtueið, og tað plagar at vera bæði tætt og spennandi, tá ið GÍ og NSÍ stríðast.
                      Í morgin eru tað tvey lið, sum tað ikki hevur hilnast serliga væl hjá seinastu ferðirnar, sum fara at hittast. Felags fyri báðar partar er tað, at persónlig mistøk í verjupartinum hava kostað nógv mál.
                      Trygvi Mortensen, venjarin hjá NSÍ, hevur tvær tær seinastu ferðirnar verið eygnavitni til, at hansara hava latið níggju mál fara ígjøgnum. Hansara hava skorað seks mál, men úrtøkan hevur bara verið eitt stig.
                      - Hjálparvenjarin, Bogi Lervig, og eg hava í vikuni sitið og analyserað, hví tað gekk, sum tað gjørdi, tá ið vit á heimavølli taptu 5-2 móti EB/Streymi. Eg má bara staðfesta, at fyrra umfarið var eitt tað besta, sum vit hava spælt higartil í ár. Eftir steðgin broyttust fyritreytirnar, og teir fingu tvey kontramál, tá ið vit høvdu flutt fólkið longri fram. Tað er einki at liggja omaná, at stóri trupulleikin hjá okkum hesar seinastu ferðirnar hevur verið, at vit hava gjørt ov nógv persónlig mistøk. Um tað eydnast at lúka tey burtur, so kunnu vit fáa væl burturúr.
                      Hvussu verður vant, tá ið mistøk av sovornum slagi skulu fáast av vegnum?
                      - Vit hava tosað nógv saman, og vit hava vant bæði at verja og at leypa á. Í morgin fara spælararnir at fáa nýggjan møguleika at vísa, at teir eru betri, enn úrslitini seinastu ferðirnar hava borið boð um.
                      Ætlar tú at gera fleiri broytingar á liðnum?
                      - Allir spælararnir eru tøkir. Eingin er leikbannaður, og eingin er skaddur. Men eg ætli ikki at taka liðið út, fyrrenn unglingaliðið hevur spælt hálvfinalu móti KÍ. Tað eru fleiri unglingar, sum eru møgulig evni til besta liðið. Teir skulu til próvtøku í kvøld, segði Trygvi Mortensen fyrrapartin í gjár.
                      Í Gøtu eru teir manningarliga ikki so væl fyri, sum teir í NSÍ eru ta. Hans Jørgen Djurhuus var leikbannaður móti B36, og hann er eisini leikbannaður í morgin. Áslakur R. Petersen er eisini leikbannaður, og Poul Arni Jacobsen er so mikið illa skaddur í knænum, at tað verður mett lítið sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla aftur í ár.
                      - Hjá okkum ræður um at skava so mikið av stigum saman, at vandin fyri at flyta niður fæst av vegnum. Vit halda okkum hava møguleikar móti NSÍ, men tað verður tætt og tað kann gott vera, at tað eisini verður málríkt. Men vit skulu binda betri fyri í verjuni, enn vit hava megnað seinastu ferðirnar, tá ið persónlig mistøk hava kostað mál og stig. Vit skulu stríðast og bæði spæla og arbeiða okkum burtur úr støðuni. Stigatalvan boðar frá, at vandin er ikki av, staðfestir Pauli Jarnskor, sum er hjálparvenjari hjá Krzystof Popczynski og GÍ.