Tey stóru eru greiðir favorittar

8. umfar er eyðkent av, at fimm tey ovastu spæla ímóti fimm teimum niðastu

Áttanda umfar í fremstu deildini í fótbólti verður seinnapartin. Í trimum støðum verður fyrsta bríksl klokkan 15, og í tveimum støðum verður fyrsta bríksl klokkan 16.

NSÍ og B36 verða roknað at vera greiðir favorittar á heimavølli, og HB, Víkingur og KÍ verðr mett at vera greiðir favorittar á útivølli.

Tað verður sagt frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin, hóast tað framvegis er kalt.

Hann verður landnyrðingur, vindferðin verður seks metrar um sekundið, tað verður turt, og fýra hitastig.

 

EB/Streymur – HB: Eiler Rasmussen kl. 15.00

NSÍ – TB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

B68 – Víkingur: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 16.00

07 Vestur – KÍ: Petur Reinert kl. 16.00

B36 – ÍF: Dagfinn Forná kl. 15.00

7

6

1

0

22

4

19

HB

7

4

2

1

25

7

14

NSÍ

7

4

1

2

15

11

13

B36

7

3

3

1

11

6

12

Víkingur

7

3

3

1

10

7

12

EB/Streymur

7

2

2

3

8

12

8

ÍF

7

2

1

4

10

19

7

07 Vestur

7

2

0

5

11

23

6

B68

7

1

2

4

10

15

5

TB

7

0

1

6

5

23

1