Tey stóru eru á heimavølli

17. UMFAR: Fýra tey fremstu eiga seinnapartin heimavøll

Seytjanda umfar í Betri deildini stendur nú fyri tørni. Fýra dystir vera ídag. Fimti dysturin verður í Trongisvági seinnapartin í morgin. Tá fáa Suðringar vitjan av B36, sum eftir vitjanina í Istanbul er aftur á klettunum og nú arbeiðir við at venda fokus ímóti heimligu kappingini.

 

Í dag eiga tey fýra heimavøll, sum eru ovast á støðutalvuni.

Í Klaksvík fær KÍ, sum er ovast vitjan av 07 Vestur, sum er niðast.

Í Sarpugerði fær Víkingur, sum er á fjórða plássi vitjan av AB, sum er næstniðast.

Við Løkin fær NSÍ, sum er á triðja plássi vitjan av EB/Streymi, sum er á sjeynda plássi.

Toppliðið HB fær í Gundadali vitjan av Skála, sum er á sætta plássi.

Felags fyri allar dystirnar í dag er, at fyrsta bríksl verður klokkan 15.

 

 

Ídag

KÍ – 07 Vestur: Petur Reinert kl. 15.00

Víkingur – AB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 15.00

NSÍ – EB/Streymur: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

HB – Skála: Lars Müller kl. 15.00

Mánadagin

Suðringar – B36: Alex Troleis kl. 16.00

 

Støðan undan 17. umfari

HB161312311240
161222301138
NSÍ16934341530
Víkingur16925261929
B3615915322028
Skála16538152318
EB/Streymur16457182117
Suðringar164210162714
AB1622128368
07 Vestur15111313394