Tey tímaløntu ikki tømt kassan hjá Faroe Seafood

- Her er eingin kunning, og vit frætta einki annað enn tað, vit hoyra í fjølmiðlunum. Soleiðis var tað eisini, tá bæði eg, konan og sonurin mistu arbeiði undir kreppuni tíðliga í nítiárunum, sigur Harry Johannesen, sum koyrir truck hjá Faroe Seafood á Toftum

Faroe Seafood

 

Seinasta samdøgnið hevur fingið fólk, sum arbeiða kring um á virkjunum hjá Faroe Seafood, at hugsa aftur á tíðina, tá ið samfelagskreppan tíðliga í nítiárunum serliga rakti tey tímaløntu og teir, sum mannaðu fiskiflotan.

Á eykaaðalfundi í Faroe Seafood í gjár varð øll nevndin aftanfyri felagið skift út, og nýggj nevnd og formaður vóru vald í staðin.

Útskiftingin fór fram eftir, at leiðslan í Faroe Seafood alment hevur ásannað, at fíggjarliga støðan hjá felagnum er ivingarsom, nú virksemið hevur givið stórt hall fleiri fylgjandi ár á rað.

Men hvussu merkja so tey, ið arbeiða á virkjunum hjá Faroe Seafood kring landið hesa tyngjandi støðu, sum felagið er komið í?

Sosialurin tosaði týsmorgunin við Harry Johannesen, ið er ein teirra, sum arbeiðir hjá Faroe Seafood á Toftum, ið er saltfiskavirki burtur av.

Harry og konan, vanliga rópt Margo, hava bæði sítt livibreyð á virkinum. Í løtuni er konan burtur, men vit hittu Harry, sum koyrir truck hjá virkinum á Toftum.

Tá Nykur tíðliga í nítiárunum læt dyrnar aftur, arbeiddu Margo og sonurin, Jan Erik, bæði á virkinum. Tey mistu bæði arbeiði og Harry, sum tá arbeiddi hjá Landsverki á Lambareiði og helt seg hava eitt trygt arbeiði, misti eisini arbeiði stutta tíð eftir.

- Tá var einki at fara eftir, tí samfelagið gjørdist púra lamið. Alt steðgaði upp, bæði á landi og sjógvi, og soleiðis vóru eingi útlit til at fáa arbeiði aðrastaðni. Hetta var ein sera trupul tíð, sigur Harry.

 

Eingin kunning

Harry Johannesen sigur, at tey hava onga sum helst kunning fingið um støðuna, sum Faroe Seafood nú er í, og tískil vita tey heldur ikki, hvat bíðar fyri framman – um tað verður nakað ella einki.

- Vit vita ikki annað enn tað, vit hoyra og síggja í fjølmiðlunum – og síðan tað slatur, sum nú einaferð altíð gongur, tá støðan er soleiðis vorðin.

Hann sigur, at heldur ikki í morgun, nú øll nevndin á eykaaðalfundi í gjár varð vald av nýggjum, hava tey á arbeiðsplássinum fingið nakra kunning um viðurskiftini og framtíðina hjá felagnum.

- Vit sóu í Degi & Viku í gjárkvøldið, at felagið hevur havt velduga stór hall seinastu trý árini, og at trupult hevur verið í seinastuni at fingið pening til rakstur, men vit vita framvegis einki um framtíðina, sigur Harry.

Spurdur, um tað í fleiri førum eru hjún, sum arbeiða á virkinum á Toftum, heldur hann ikki, at hesi eru so nógv í tali í dag, men í onkrum øðrum førum enn hjá sær og konuni er talan um hjún.

Merkist tað, at fólk eru órógvaði um støðuna?

- Nei, tað vil eg ikki siga, ikki nakað serligt í hvussu er. Eingin sigur nakað, tí eingin veit nakað. Eg taki tað bara, sum tað kemur, tí eg fái ikki gjørt nakað við støðuna, sum er.

Harry ásannar, at tíðirnar eru øðrvísi í dag, enn tær vóru tíðliga í nítiárunum, tá alt steðgaði upp.

- Eg eri útbúgvin maskinaarbeiðari og trúgvi, at eg helst kundi fingið okkurt annað arbeiði, um virksemið á Toftum helt uppat. Men tað hevði helst verið truplari hjá konu míni at funnið annað arbeiði. Hon hevur arbeitt her á virkinum tað mesta av eini fjórðingsøld, sigur hann.

 

Ikki tímalønt

Harry Johannesen heldur ikki, at tað eru tey tímaløntu arbeiðsfólkini, sum eru atvoldin til stóru hallini hjá Faroe Seafood seinastu árini.

- Arbeiði hevur yvir longri tíðarskeið verið ógvuliga óstøðugt. Tá lítil fiskur er, og vit bara koyra við einari linju, eru fleiri tímalønt fólk við hús. Árið í ár byrjaði væl, tá ið gongd kom á, men síðan kom stígur í aftur. Nú í seinastuni hevur aftur verið hampiliga væl at gera á virkinum, sigur hann.

Harry sigur seg ikki duga at síggja, at tað eru tey tímaløntu, sum hava tømt kassan hjá virkinum fyri pening, tí hetta eru dugnalig fólk, sum tá tey eru til arbeiðis, kenna sínar uppgávur til fulnar.

- Eg trúgvi, at tað heldur eru tær stóru skipaíløgurnar, sum felagið hevur gjørt, ið nú síggjast aftur í stóra hallinum hesi árini. Skip og veiðiloyvi hava verið dýr, og hetta sæst eisini aftur í gongdini hjá øðrum virkjum, ið hava keypt skip, leggur hann aftrat.

Harry sigur seg vænta, at boð verða eftir peningakassanum hjá arbeiðarafeløgunum, nú Faroe Seafood er í fíggjarligari kreppu.

- Tá gongdin er, sum hon er, og neyðugt er við meira peningi til framhald, kemur kanska panikkur í hjá arbeiðarafeløgunum, sum so mangan áður hava verið við til at tikið um endan.

 

Hetlendskur toskur

Ein orsøkin til, at fiskaarbeiði á Faroe Seafood á Toftum, sum burtur av virkar saltfisk, ikki hevur verið serliga støðugt, kann standast av, at toskaveiðan undir Føroyum hevur verið lítil seinnu árini.

- Nú toskurin hevur verið minni, hevur longa verið ein fittur partur av rávørugrundarlagnum. Toskur er dýrur at keypa, og tá ið fíggjarliga støðan hjá felagnum er veik, er hugsandi, at trupult hevur verið at fingið fatur á toski.

Harry veit tó at siga, at tey á Toftum hava virkað hampiliga stórar nøgdir av aldum toski úr Hetlandi í seinastuni.

- Sum eg havi skilt, er eitt av teimum stóru toskaalibrúkunum í Hetlandi farið í gjaldssteðg fyrr í vár, og toskur frá hesum alibrúki er komin higar til okkara.

Hann sigur, at uppí eini 10-15 tons eru komin úr Hetlandi í senn, sum ísaður fiskur, og hesin er so flaktur og saltaður á virkinum á Toftum.

- Vit hava skorið og saltað hendan fiskin, og hann hevur munað væl nú í seinastuni, leggur Harry aftrat.

Spurdur, hvussu hesin fiskurin er til dygdar, sigur truck-førarin, at tað dugir hann ikki at meta um.

- Liturin á skræðuni er øðrvísi enn á fiskinum, sum vit plaga at arbeiða undan Føroyum, men tað er ikki vist, at hetta hevur nakran týdning fyri lidnu framleiðsluna.

Aldi toskurin úr Hetlandi er sum stórur smáfiskur á at líta.

 

Útlendsk arbeiðsmegi

Harry Johannesen sigur, at tey, sum arbeiða hjá Faroe Seafood, mangan hava undrað seg yvir alt kjakið um, at føroysku fiskavirkjunum tørvar so nógva arbeiðsmegi.

- Henda umrøða tykir okkum mangan løgin, tí her á Toftum hava vit, tá ið árið er úti, ikki fingið nóg mikið av tímum til eina hampiliga ársinntøku.

Hann vísir á, at kona hansara neyvan tjenti stórt meira enn 100.000 krónur alt seinasta ár.

- Eg sigi ikki, at støðan á øðrum virkjum hjá felagnum kring landið ikki kann vera øðrvísi, men á virkinum hjá Faroe Seafood á Toftum hevur trupulleikin heldur verið, at okkum vantar arbeiði fyri at hava eina hampiliga inntøku, sigur Harry Johannesen.