Tey tilnevndu: Ársins dómarar

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins dómarar hjá kvinnum og monnum

Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Her sært tú hvør er tilnevndur sum dómari hjá kvinnum og monnum:

Hesir eru tilnevndir sum ársins dómari hjá kvinnum:

Árni B. Petersen

Heini Viðoy

Leivur Zachariassen 

Hesir eru tilnevndir sum ársins dómari hjá monnum:

Kári á Høvdanum

Petur Reinert

Alex Troleis

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan 20.